Kreppan í alivinnuni
? Tað er ov seint at tryggja húsini ímóti eldi, tá ið tey standa í ljósum loga.
Jørn Astrup Hansen, stjóri í Føroya Banka kann vera nokk so hittinorðaður.
At tað er ov seint at tryggja húsini, tá ið tey standa í ljósum loga, er sjálvsagt.
Men tað, sum stjórin í Føroya Banka sipar til, er tann hugburður, sum landsstýrið hevur ímóti alivinnuni.
Í ársfrágreðingini, sum nevndin fyri Føroya Banka legði fram á aðalfundinum hósdagin, fekk alivinnan heilt fitt av umrøðu.
Og Bankin ásannar, at føroyska alivinnan er í svárari kreppu.
?Serliga alivinnan hevði tað ringt í fjør. Og tá ið vinnan hostar, njósir Føroya Banki, sigur stjórin á sínum sermerkta myndamáli.
? Síðani á sumri 2001, hevur marknaðarprísurin verið so lágur, at hann hevur verið undir framleiðslukostnaðinum. Serliga tá ið avleiðingarnar av ILA skulu takast við í roknistykkinum, er marknaðarprísirnir alt ov lágir.
Bankin sigur, at sjálvsagt er tað ójavnt, hvussu tey ymsu alibrúkini eru fyri.
? Men sum heild eginpeningurin í alivivinnuni brúktur, og meiri enn tað, og vandin er heilt avgjørt til staðar fyri, at alivinnan, sum hevur staðið fyri einum fjórðingi av útflutninginum, fer heilt fyri bakka.
Ov seint
Bankin staðfestir, at tað er ikki fyrrenn nú, at landsstýrið hevur sagt, at tað er sinnað at lata útlendingar rúmari ræsur at gera íløgur í føroyska alivinnu. Og tað er heildur ikki fyrrenn nú, at landsstýrið hevur gloppað dyrnar fyri at peningastovnarnir kunnu taka pant í einum aliloyvi.
? Tað er átaluvert, at tað skuldi taka so langa tíð, áðrenn loyvi fekst til at seta aliloyvini í pant og tað er nívandi, at tað harafturat skuldi fáa politiska mótstøðu, sigur Føroya Banki.
? Men nú er vinnan at kalla farin fyri bakka og nú var tað nakað seint, at landsstýrið kom uppá aðrar tankar, sigur Føroya Banki í ársfrágreiðing síni á aðalfundinum í Bankanum hósdagin.
? Tað er eisini langt síðani nú, at Eystari Landsrættur hevur staðfest, at tað er loyvt at seta sjálv aliloyvini í pant.
Jørn Astrup Hansen sigur, at hetta er eitt mál, sum Bankin hevur ført fram í fleiri ár nú, men fyri deyvum oyrum.
? Í dag duga øll at síggja, hvussu neyðugt tað er, at peningastovnarnir kundu tikið pant í aliloyvunum.
Hann sigur, at nú er alivinnan at kalla steðgað og nú eru ongir útlendingar, sum hava áhuga fyri at gera íløgur í alivinnuna.
?Høvdu útlendingar kunna sett meiri íløgur í alivinnuna fyri tveimum árum síðani, kundu teir hildu vinnuni ígongd, men nú er peningurin uppi.
Ikki tikið ILA í álvara
Jørn Astrup Hansen sigur, at skal alivinnan bjargast, er tað ein avgjørd fortreyt, at vit fáa treytaleysa bilbukt við ILA.
Hann heldur, at vit hava verið alt ov leingi um at taka ILA í álvara
?ILA drepur ikki bara laksin. ILA drepur alla vinnuna, sigur stjórin.
Hann sigur, at sjálvsagt er tað eisini ein fortreyt, at marknaðarprísirnir hækka.
Men tað stýrir hann ikki so illa fyri.
?Tað skal nokk koma, tí aling er ein vinna, har prísirnir sveiggja rættiliga nógv, sigur hann.
Tó leggur Jørn Astrup Hansen afturat, at sum støðan hevur tikið seg upp, serliga við ILA og marknaðarprísinum, veit hann ikki, hvussu stóran mun, tað hevði gjørt, um útlendingar høvdu kunnað gjørt størri íløgur í alivinnuna.
-Men tað er ikki fyri at bera í bøtuflaka fyri landsstýrið, at hann sigur tað, tí hann heldur framvegis ikki, at tað kann forsvarast, at landsstýrið súltaði málið so leingi.
Tí við at gera tað, fekk alivinnan í hvussu so er ongan møguleika.
-? Tað vita vit ikki. Men tað einasta, vit nú kunnu vóna, er, at alingin yvirlivur sum vinna.
? Men, sum støðan er, eru alibrúkini farin á heysin, ella fara tey á heysin heilt skjótt.
? So hóast alivinnan sum heild kemur fyri seg aftur, er tað ivingarsamt, hvussu tað verður í Føroyum, tí tá eru helst allir alarar farnir á heysin.
? Í Føroyum er peningagrundarlagið veikt og skal nakar møguleiki verða aftur í framtíðini, verður brúk fyri útlenskum kapitali.
? Men tað, sum er tað mest neyðuga av øllum, er at fáa endaliga bilbukt við ILA, endur tekur Jørn Astrup Hansen.
Johan Páll heldur fram
Á aðalfundi í Føroya Banka hósdagin, fekk bankin ein nýggjan nevndarlim. Jákup Jacobsen, sum hevur sitið í nevndini í fimm ár, fór úr nevndini og í hansara stað var Johannus Egholm Hansen, løgfrøðingur í Keypmannahavn, valdur.
Starvsfólkaumboðið í nevndini, Magnhild H.Andreasen, fór eisini úr nevndini og í hennara stað var Sigmar Jacobsen, valdur.
Annars hevur nevndin skipað seg soleiðis, at Johan Páll Joensen heldur fram sum formaður og næstformaður er Rúni Hansen.
Hinir tríggir nevndarlimirnir eru Høgni Hansen, Jógvan Jespersen og Johan E. Hansen.