Enn halda tey árar í sjógv

Tað ber væl til at hava eitt innihald í lívinum, eisini eftir at eitt langt arbeiðslív er lagt afturum bak

 

Hugnalig samvera


At verða gamal er ikki tað sama sum at leggja árarnar inn. Pensjónistarnir í norðaru helvt í Suðuroynni eru livandi dømi um, at tað ber væl til at hava eitt innihald í lívinum, eisini eftir at eitt langt arbeiðslív er lagt afturum bak.

Tað eru nú 20 ár síðani, at tey eldru í norðaru helvt í Suðuroynni stovnaðu pensjonistafelagið HØFT. Høft stendur fyri Hvalba, Øravík, Fámjin og Tvøroyri.

?Í veruleikanum vóru tað heimahjálpirnar í hesum bygdum, sum tóku stig til at stovna felagið. Tær hildu at vit áttu at havt eitt felag, har vit kundu hitst til hugnaliga samveru, heldur enn at sita einsamøll, hvør í sínum lagi, sigur Torbjørn Lisberg, sum er formaður í felagnum.

Hetta vísti seg at fáa so góða undirtøku, at enn er felagið so livandi og virkið, sum nakrantíð.

Felagið varð stovnað heima hjá Kristiani Djurhuus, og har helt tað eisini til tey fyrstu árini. Seinni fekk tað høli í klubbanum, men fyri nakað nógvum árum síðani fekk felagið egin høli í kjallaranum í nýggja skúlanum inni í Trongisvági.

? Vit vóru kommununi ómetaliga takksom fyri, at vit fingu hesi hølini, tí tað gav felagslívinum ein heilt annan týdning, siga tey í felagnum.

Fyri at fáa hølini so hugnalig og góð til endamálið sum gjørligt, gjørdu tey nokk so stórar ábøtur og broytingar, tey keyptu køk og settu hana upp, løgdu streym inn og keyptu innbúgv. Tey betaltu tað mesta sjálvi, og tað var ikki so lítið, tí bara køkin kostaði 25.000 krónur. Men Suðuroyar Sparikassi var so beinasamur at stuðla tey við eini fittari peningagávu, so at tey eisini fingu keypt sær forsterkara, hátalarar og mikrofon.

Men so hendi tað, at kommunan gav eisini dagrøktini rætt til at brúka hølið ávísar dagar. Men tað vant síðani uppá seg og nú er dagrøktin í hølinum hvønn dag.

Tey í pensjonistafelagnum dylja ikki fyri, at tað var eitt vónbrot at tey ikki kundu hava hølið í frið.

? Tað er ikki blivið tað sama, síðani dagrøktin kom inn.

Tey halda líkasum, at atmosferan er ikki tann rætta longur. Tey føla seg ikki rættiliga heima ímillum litfagrar gardinur við smáum flogførum og sovornum á og við rugguhestum og russjibanum stáplaðum upp framvið vegginum.

?Nei, nú er tað ikki so hugnaligt longur sum tað var, siga tey.

Men tað ringasta er kortini, at nú noyðast tey at flyta bæði borð og stólar burtur, hvørja ferð, tey hava brúkt hølið.

Og tað er ikki bara sum at siga tað, tá ið viljin oftani er sterkari enn liðirnir og giktin er blivin ein fastur fylgisneyti...


Hittast javnan

Tá ið felagið varð stovnað, vóru teir umleið 100 limir í felagnum. Tað, mesta, sum hevur verið limir, eru 103 fólk.

? Í løtuni eru vit góðir 70 limir í felagnum. Tey vita ikki, hvussu tað ber til, at limirnir fækkast, tí tey eldru økjast jú í tali.

? Pensjonistarnir melda seg ikki í felagið. Men hví, tað veit eg ikki, sigur næstformaðurin, Mervyn Dimon.

Men tey eru tó samd um, at tey, sum ikki tíma, ella fáa upp í lag at melda seg í felgið, vita ikki, hvat tey missa.

Í pensjonistafelagnum koma tey saman regluliga. Tey hittast í hølinum fyrsta mikudag í hvørjum mánaða vetrarmánaðirnar.

Tá hava tey eina hugnaliga løtu, ofta er onkur, sum undirheldur, ella onkur er, sum lesur upp fyri teimum. Tað kemur eisini meiri enn so fyri, at harmonikan verður tikin fram, tí í Norðaru helvt í Suðuroy eru nógv, sum eru rættiliga stinn uppá ymisk ljóðføri.

Men annars hava tey fast eitt hugnakvøld á jólum, har eisini onkur plagar at vera og siga frá einhvørjum forvitnisligum.

Nú í desember fyllir felagið 20 ár og føðingardagurin verður hildin í annaðkvøld við veitslu í matstovuni í høllini í Trongisvági.


Yrkja fyri at minnast

Ì Pensónistafelagnum hevur tað eisini verið ein fastur táttur, at ferðast. Annaðhvørt ár eru tey uttanlands, tey hava eitt nú verið bæði í Skotlandi, Noregi og og í Danmark.

Hetta eru rík upplivilsi. Men hjá fólki, sum eru komin upp í árini, kann tað ofta knípa at minnast nøvn og støð. Men tann trupulleikan hava tey loyst á genialan hátt.

Formaðurin í felagnum Torbjørn Lisberg, er ikki sørur fyri skaldagávur og hann plagar at yrkja ein sang um hvørt plássi, tey hava verið á.

?Á tí eini danmarkarferðini gistu vit á fimm ymsum hotellum og tað kann verða ringt at halda skil á øllum. Men sangirnir hjá Torbirni hjálpa væl til at halda skil á.

Pengarnar til uttanlandsferðirnar fáa tey við bingo og kakutombola, men kommunurnar eru eisini óførar at stuðla við fastari upphædd fyri hvønn lim.