Móttøka í Klaksvíkar Klubba

Leygardagin var móttøka í Klaksvíkar Klubba í sambandi við, at hann lat uppaftur eftir at hava verið stongdur í tveir mánaðir. Um fimti fólk høvdu leitað sær inn í klubban henda góðveðursdag, og Sosialurin nýtti eisini høvi til at fáa eitt prát við formannin, Sonhard Johannesen

Móttøkan byrjaði klokkan 17, og lagið var gott á øllum, sum løgdu leiðina framvið. Fleiri vóru komin beinleiðis av fótbóltsvøllinum, har fyrsta kvinnulið hjá KÍ júst hevði fingið steyp og heiðursmerki handað, nú fótbóltskappingin er komin at enda hjá kvinnunum.
Øll tosaðu um, hvussu hugnalig og avbera flott hølini í Klubbanum eru vorðin.
Mitt á gólvinum stóð eitt borð við pinnamati, víni, øli og sodavatni, sum Jákup og Hergerð Ziskason borðreiddu við.
Formaðurin helt røðu, har hann millum annað segði seg vóna, at fólk fara at taka væl ímóti klubbanum og fara at vera góð við hann, nú hann er vorðin so flottur. Eisini tosaði hann um arbeiðið at gera klubban í stand. Hann segði, at klubbin er eitt gamalt hús, og tí var tað sera trupult at fáa arbeiðið liðugt.
- Tí eitt gamalt hús verður ein ongantíð liðugur við at seta í stand, segði Sonhard Johannesen. Hann hevur verið formaður í Klaksvíkar Klubba í mong ár nú, og hann segði, at hetta var triðju ferð, at tað bleiv bygt um í Klubbanum, meðan hann hevur verið har.
Teir vælumtóktu vísumenninir syrgdu fyri tónleikinum undir móttøkuni, og sigast má, at teir settu ein írskan dám yvir móttøkuna.

Klubbalimur ? fyrimunur
Í sambandi við móttøkuna, fekk Sosialurin eitt prát við Sonhard Johannesen um týdningin av klubbanum í dag og um billiard.
Sonhard sigur, tað koma framvegis umsóknir inn um at gerast limur í Klaksvíkar Klubba. Og tí meta teir, at tað er grundarlag fyri at halda fram.
- Vit hava ofta tosað um at niðurleggja limaskapin og so bara hava opið alment, men tað er líkasum ikki meiriluti fyri tí kortini millum limirnar, sigur Sonhard.
Sonhard heldur, at tað møguliga er meira virði í hesum, tá ein kann vera limur í einum felagsskapi. Ein limur í Klaksvíkar Klubba fær lykil til húsið og hevur sostatt altíð atgongd. Hann kann eisini bjóða einum persóni við inn. Hinvegin, kann hann eisini biðja ein gest fara útaftur. Men um ein gestur sýnir óhøviskan atburð, so gongur tað útyvir limin, sum hevur boðið honum inn, tí tað verður hann, sum fær karantenu og ikki gesturin.
Hvør fær karantenu og ikki, og hvussu longi, avger nevndin í Klaksvíkar Klubba.
Sonhard sigur, at tað vóru nógv fleiri karantenur fyrr enn nú, so tað má fatast sum, at fólk eru farin at skikka sær betur nú og kanska eru vorðin betri við klubban.

Billiard vánaliga framtíð
Sonhard Johannesen hevur verið ein av teimum drúgvu billiardspælarunum. Og billiardið hevur sanniliga fingið ferð á nú. Í fjør vunnu teir tríggir Christian Suni Høgnesen, Ólavur Kjølbro og Sonhard Johannesen alt, sum var at vinna í billiardinum. Tað vil siga, lið- einstaklinga- og Haldor Holm kappingina.
Men Sonhard letur illa at framtíðini hjá billiardinum.
- Tað manglar ein billiardlærari ella venjari. Tí tað er ongin tilgongd, so tað verður torført at halda lív í tí.
Einaferð í nítiárunum var eitt billiardfelag í Klaksvík. Sonhard var venjari í tvey ár, men hann sigur, at tað bar illa til fáa tað at ganga. So limirnir í billiardfelagnum fingu sera góðar sømdir frá klubbanum.
Sonhard greiðir frá, at klubbin legði høli til og royndir billiardspælarar gingu har og løgdu teimum ungu lag á.
- Tað gekk væl, og tað vóru fleiri av evnaríkum spælarum, men felagnum var ikki lívi lagað, so tað datt niðurfyri. Og tað eru vit sera harmir um, tí tað kundi havt verið byrjanin til okkurt, sum líktist einum ungdómsarbeiði innan billiard.
Tí er Sonhard sannførdur um, at ein billiardlærari ella venjari hevði gjørt munin.
- Billiard er ikki bert hepni, men sjálvandi skal tað eisini til, sigur Sonhard og vísir á, at nógv venjing altíð er góð og vísir seg at geva í tí longra endanum.
- Hygg bara eftir billiardinum, fyrr vóru tað Mimir og Havnar Klubbi, sum vóru tey stóru nøvnini, síðani kom Tvøroyrar Klubbi, sum ketta upp úr høvdatrog og sum rosinan í pylsuendanum kom so Klaksvíkar Klubbi og setti alt upp á pláss innan føroyska billiardheimin, sigur Sonhard og flennir í kíki.
Umframt hinar báðar, sum hann var saman við til at vinna føroyameistaraheitið í fjør, so nevnir hann eisini Niklas Hera Jákupsson.
- Vit fýra hava vant 25 tímar um døgnið. Og tað vísir seg at geva úrslit nú. Og tað er stak hugaligt, tí nú hava fólk í Klaksvík fingið áhuga fyri billiardinum. Tað kemur ofta fyri, at fólk steðga mær á gøtuni fyri at tosa um billiard ? tað kom ikki fyri fyrr, sigur Sonhard Johannesen, sum heldur, at um ungdómsarbeiðið hevði verið miðvísari, so kundi tað eydnast at fingið fleiri yngri at fáa áhuga fyri billardspælinum.