Sinnilig vika í Vágum

Sinnisbati hevur farnu vikuna skipað fyri norðurlendskari summarlegu fyri fólk við sinnisbreki. Legan er liður í árligum tiltaki, sum norðurlendska meginfelagið hjá fólki við sinnisbreki skipar fyri. Hetta er aðru ferð, slík lega er í Føroyum

Árliga norðurlendska summarlegan fyri sinnisveik hevur verið hildin á Hotel Vágum síðan mánadagin. Legan endar sunnudagin, tá fólk fara heimaftur. Næsta summarlegan av hesum slag verður í Noreg, har nirska landsfelagið í tí sambandinum fer at hava 20 ára hald.
Talan er um árliga afturvendandi tiltak, sum »Nordisk Forening for Sosial og Mental Helse" skipar fyri. Hesin felagsskapur er norðurlendskt meginfelag hjá feløgunum í ymsu londunum. Føroyaki limurin í hesum meginfelag er felagið Sinnisbati.
Soffi Egholm, formaður í Sinnisbata, letur væl at summarleguni, sum verið hevur í Vágum hesar dagarnar.
Tað eru 117 luttakarar á leguni í ár, greiðir hon frá. Av teimum eru teir níggju føroyingar. Hinir eru úr øllum Norðurlondum, íroknað Álandi.
Fólk eru sera væl nøgd við leguna, sigur Soffi Egholm. Tey eru positiv og væl nøgd við tiltakið, hóast fleiri ferðir verður broytt í løgdu skránni, tí fólk ikki halda seg til at fara til uppsettu tiltøkini.
?Hesi fólkini eru soleiðis fyri at hóast tað kann tykjast áhugavert eina løtu at fyrireika seg til eitt nú ein gongutúr á Fjallavatn, kann tað næstu løtuna gerast so møtimikið, at tey setast aftur. Tey broyta ofta meining um hetta og hatta, greiðir Soffi Egholm frá. Og so er tað, at vit skulu hava onnur tiltøk klár at fara til, sigur hon.
Ikki tí, leggur hon afturat. Tað er eingin trupulleiki her hjá okkum, tí vit eru altíð von við at hava ein »Plan B«, tá vit fyrireika okkurt her. Tí plagar veðrið at syrgja fyri. Í hesum døgum hevur tó onkuntíð verið brúk fyri einum »Plan C« eisini, sigur hon.

Grindaboð
Hetta hevur verið hendingaríkt, sigur Soffi Egholm. Gestirnir komu í Vágar mánakvøldið, har legan varð sett. Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður við almanna- og heilsumálum, helt ein fyrilestur um framtíðar psykiatri í Føroyum, sum luttakararnir hava tosað nógv um síðan, sigur hon.
Men hæddarpunktið á leguni higartil hevur tó verið týsdagurin, tá øll endaðu í grind í Bø.
Dagurin byrjaði við útferð til Mykinesar, har upplivilsini vóru nógv. Og so mitt í øllum vóru tey stødd í eini grind. Tey vóru við til at reka, og hetta festi seg í sinnið hjá teimum, greiðir formaðurin í Sinnisbata frá.
Hon leggur dent á, at eingin teirra yvirhøvur hevur fingið nakað negativt upplivilsi av hesum, sum fyri mong kann tykjast ógvusligt. Heldur hinvegin.
Greitt er teimum frá, hussu hetta við grindadrápi í Føroyum hevur verið skipað gjøgnum øldir, og tað skilja tey væl.
Og sum sonnum ferða- og grindafólki sømir seg, hava tey eisini nýtt høvið at fáa sær eitt minni við. Onkur teirra hevur beinleiðis fingið part, so at siga. Tey hava fingið sær grind, sum goymd verður í fyrstiboksini til at hava heim aftur við sær og royna, tá tey koma aftur til sín sjálvs.
Eisini onnur tiltøk hava verið á skránni. Eitt nú gongutúrar í Vágum. Útferð í Suðurstreymoy var eisini á skránni ein av døgunum, eins og ein flogbóltskapping hevur verið á Giljanesi. Hann vunnu føroyingarnir, sigur Soffi Egholm, og teir skuldu so fáa heiðursmerki handað á samkomu á Hotel Vágum fríggjakvøldið.

Hugni og felagsskapur
Stóri denturin hevur verið lagdur á at hugna sær á hesi leguni, sigur formaðurin í Sinnisbata. Náttúra, sinni og felagsskapur er slagorðið hjá teimum, sum skipað hava fyri.
Hóast fólk hava verið aktiv allan dagin og viðhvørt eru heldur fyriløgst út á kvøldið, hava tey tó verið sera røsk at luttaka í teimum felags tiltøkunum, sum verið hava um kvøldið. Og tað hava eisini verið positiv upplivilsi, har eru komin burturúr, sigur Soffi Egholm.
Her eru fólk við góðum, skapandi evnum. Fólk hava millum annað lisið upp okkurt, tey sjálv hava skrivað, greiðir Soffi Egholm frá.
Hóast ein arbeiðsbólkur hjá Sinnisbata hevur staðið fyri praktisku fyrireikingunum av summarleguni í Vágum, er tað tó ein norðurlendskur kanningarbólkur, sum hevur valt staðið.
Tað er soleiðis, at tað er ein stevnunevnd, um so kann sigast, sum finnur fram til og góðkennir ymsu støðini, har legur verða hildnar. Og nú eitt av høvuðsmálunum við hesi leguni skuldi vera náttúra, vórðu Vágar valdar út sum eitt sera vælegnað stað.
Kortini er hotelkapasiteturin í so lítil, so neyðugt hevur verið at havt fólk búgvandi í húsunum hjá Sørvágs Húsmøðrafelag og í Zarepta í Vatnsoyrum. Eisini er onkur farin til Havnar at sova, sigur Soffi Egholm. Men øll tiltøk, ið verið hava, hava tó verið skipað við Hotel Vágum sum miðstøð.
Í sama viðfangi nevnir hon Atlantsflog sum ein rættiliga góðan samstarvsfelaga í hesum tiltakinum. Har hava tey skipað fyri øllum ferðum til og frá bústaði hjá fólki, umframt at ferðatilboðini hava verið rættiliga rímilig, sigur formðaurin í Sinnisbata, sum metir, at luttakararnir á norðurlendsku summarleguni fyri sinnisveik 2004 fara heim aftur við positivum minnum frá leguni.