Rok í uttanlandsnevndini

Andstøðuumboð í uttanlandsnevndini fara týsdagin at krevja Hergeir Nielsen frá sum formann. Orsøkin er, at hann skal hava logið, tá hann í Degi og Viku hóskvøldið segði, at nevndin var samd um, at løgmaður kann venda sær til NATO uttan um donsku stjórina. Hergeir Nielsen metir ákærurnar ógrundaðar

Tað stendur orð móti orði millum ymisku limirnar í uttanlandsnevndini um ein niðurstøðu á fundinum hósdagin.

Meirilutin av andstøðuni heldur fast um, at formaðurin í nevndini, Hergeir Nielsen, alment hevur logið um niðurstøðuna og lagt andstøðuflokkunum orð í munnin. Og tí ætla Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin á næsta fundi at koma við uppskoti um at koyra formannin frá.

Jenis av Rana úr Miðflokkinum stuðlar kortini formanninum og ger greitt, at Hergeir Nielsen einki hevur sagt alment, sum ikki kom fram á fundinum hósdagin.

Jákup Sverri Kass, sum umboðar Sjálvstýrisflokkin, ætlaði sær at reisa málið á samgongufundi seinnapartin í gjár, eftir at Sosialurin var prentaður. Jákup Sverri Kass heldur, at tað heila møguliga snýr seg um eina misskiljing.


Beinleiðis til NATO

Rokið í uttanlandsnevndini tók seg upp, eftir at Hergeir Nielsen í Degi og Viku hóskvøldið segði, at uttanlandsnevndin var samd um, at løgmaður skuldi fara uttan um donsku stjórnina og beinleiðis til NATO at kunna seg um ætlaðar útbyggingar í Føroyum.

Hergeir Nielsen fegnaðist um, at tað henda ávísar rembingar í føroyskum politikki.

? Tað er ikki so langt síðani, at talsmenninir hjá báðum andstøðuflokkunum søgdu fyri føroyingum, at teir gingu krøktir av látri, tí ein embæstimaður í Tinganesi hevði sent eitt bræv beinleiðis til NATO, segði Hergeir Nielsen í Degi og Viku.

Men eftir innslagið í Degi og Viku ringdu bæði Heðin Mortensen úr Sambandsflokkinum og Jóannes Eidesgaard úr Javnaðarflokkinum til Sjónvarpið at gera vart við, at Hergeir Nielsen beinleiðis hevði logið í innslagnum. Uttanlandsnevndin var als ikki samd um, at løgmaður skal venda sær til NATO uttan um donsku stjórnina.

Tískil slapp Jóannes Eidesgaard fram at sjónvarpsskíggjanum í endanum av Grannum Okkara at avsanna tíðindini.


Vil hava nýggja niðurstøðu

Sosialurin hevur spurt løgmann, hvussu hann fataði boðini frá uttanlandsnevndini. Men tað vil hann ikki siga eftir alt rokið, sum hevur staðist av útmeldingini hjá Hergeir Nielsen.

? Eg fekk á fundinum eina greiða fatan av, at nevndin heitti á meg um at vera aktivan í spurninginum um útbyggingar hjá NATO í Føroyum, sigur løgmaður og vil ikki koma inn á, um hann fataði hetta sum eina áheitan at fara uttan um donsku stjórnina.

? Eg helt meg hava fingið eina greiða áheitan, men nú havi eg biðið um at fáa eina nýggja skrivliga áheitan frá uttanlandsnevndini, eftir tað, sum er komið fram í pressuni, sigur løgmaður.

Anfinn Kallsberg vil ikki samanlíkna útmeldingina frá Hergeir Nielsen og fundarniðurstøðuna.

? Eg eri ikki rætti persónurin at meta um, hvat Hergeir Nielsen hevur gjørt skeivt ella ikki, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður.


Eingin niðurstøða

Kristina Samuelsen, sum er skrivari hjá uttanlandsnevndini, heldur ikki, at tað ber til at gera eina beinleiðis niðurstøðu burtur úr fundinum í uttanlandsnevndini hósdagin.

Undir yvirskriftini »Kunning frá løgmanni viðvíkjandi rakettverjuætlanini hjá USA« skrivar hon í gerðabókini soleiðis:

»Anfinn Kallsberg, løgmaður, kom á fund við nevndina kl. 14.30 saman við Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóra, og Sigmund Isfelt, fultrúa. Avrit av innanhýsis arbeiðsskjølum í málinum vóðu latin nevndini. Løgmaður fór av fundi við sínum embætisfólkum kl. 15.45«.

Kristina Samuelsen heldur ikki, at grundarlag er fyri at skriva annað í gerðabókina og sigur annars, at hon ikki vil blandast upp í klandrið í nevndini.

Jákup Sverri Kass úr Sjálvstýrisflokkinum vil heldur ikki taka nakra beinleiðis niðurstøðu frá fundinum. Hann ætlaði sær tí at taka málið upp á samgongufundi fyri at vita, hvat løgmaður hevur fingið burturúr.

Jenis av Rana sigur tó, at niðurstøðan var greið. Fundurin heitti á løgmann um at fara uttan um NATO. Harafturat vísir Jenis av Rana á, at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin vóru ikki at kenna aftur á fundinum.


Beinleiðis til stjórnina

Heðin Mortensen og Jóannes Eidesgaard standa fast við, at teir søgdu við løgmann, at hann skuldi venda sær beinleiðis til donsku stjórnina uttan um ríkisumboðsmannin. Teir mæltu ikki til, at hann skuldi fara uttan um donsku stjórnina.

? Vit fara týsdagin at skjóta upp, at vit fáa nýggjan formann í uttanlandsnevndini. Vit kunnu ikki liva við, at Hergeir Nielsen fer eftir ferð ikki er at líta á, sigur Jóannes Eidesgaard.

Hesum tekur Heðin Mortensen fult undir við.

? Tað ber ikki til, at tú skalt kenna teg illa, hvørja ferð tú ert á fundi í uttanlandsnevndini, sigur Heðin Mortensen.

? Hetta er púra ógrundaðar ákærur. Eg, sum formaður, tók eftir fundin samanum og spurdi løgmann, um hann fataði niðurstøðuna, sum at hann skuldi fara inn í málið og venda sær til ríkisstjórnina og NATO. Løgmaður segði seg hava skilt niðurstøðuna soleiðis og eingin mótmælti, sigur Hergeir Nielsen.