um, at B36 fer at standa seg munandi betur ítróttarliga komandi árið. Aftur á beint Við tilgongdini av serliga Bárði Olsen, Símuni Joensen, Dmitrij Jankovic og Hjalgrími Elttør hava fleiri hug at yppa [...] yppa øksl at B36. Tí leikarar, sum hava staðið seg væl í bestu føroysku fótbóltskappingini seinastu árini, eru neyvan heilt ókeypis. - Hvør betalur gildið? Sama felag, sum var um at fara á heysin fyri nøkrum [...] enn fyri fýra árum síðan. Leiðslan setti í verk ymiskar skipanir fyri at fáa pengar til vega, og tað hevur eydnaðst so mikið væl, at felagið kann fáa leikarar aðrastaðni frá, sigur Kristjan á Neystabø.
við føroyskum sangum, men tað er ikki púra óhugsandi, at hetta kann broytast í framtíðini. -Vit hava ofta tosað um, at tað hevði verið stuttligt at roynt okkum uttanfyri landoddarnar og kanska vitað, um [...] onkursvegna. Vit hava tosað nógv um hetta seinastu tíðina, so tað kann verða, at vit fara at gera eitt ella annað. Vit fáa at síggja, sigur hann. [...] bólkurin umhugsar at royna seg uttan fyri landoddarnar. Poppbólkurin Páll Finnur Páll telist millum best umtóktu bólkarnar her á landi. Vit hava upplivað tvístøðuna oftani í tónleikasøguni, at ein bólkur, sum
sum hinvegin fekk at kalla alt at rigga henda dagin Hetta var fyrsti dystur hjá Kyndli uttan Hans Áka Dal-Christiansen, sum hevur skift til KÍF, og somuleiðis var hetta fyrsta ferðin at Tummas Pauli Hanusarson [...] størsti spurningurin vera, hvussu væl kyndlaverjan fór at standa seg ímóti mongu av bestu álopsspælarunum í landinum. Men tað skuldi skjótt vísa seg at gerast ikki so frægt sum ein spurningur, tí verjan hjá [...] eina javna byrjan fór alt hetta at rigga hjá Kyndli, sum dróg frá við og legði seg á odda 9-6 og bara bygdi upp á leiðsluna og slapp til hálvleiks á odda 14-10. Sigast skal, at tá ið neistamenn sluppu leysir
kanska enntá meira at rokna sum føroyingur í hesum høpi. Russ Taff legði heldur ikki skjól á, hvussu væl honum dámar í Føroyum: - Tit er undurfull fólk her í Føroyum, eg fari kanska at flyta higar!, segði [...] Vágsbøi, og at døma eftir lógvabrestunum verður hann vælkomin. Mannfjøldin var annars ikki av teimum heilt stóru frammanfyri pallin, ivaleyst spældi ráa veðrið og mjørkin sín leiklut í, at tað mest vóru [...] ógvislig og pompøs og øll tóktust at spæla sín leiklut væl. Hetta hóskaði væl sum grundvøllur til Russ Taff, tí maðurin hevur veruliga eina stóra rødd. Hann syngur so sannførandi, at tú trýrt hvørjum orði, og
poppstjørnuhválvinum. Og beinanvegin hoyrdist, at ein vælsmurd og vælkoyrandi poppmaskina var í fer við at koma ígongd. Og meðan rútmurnar eggjandi byrjaðu at pumpa, kom Keating á pall og syngjandi staðfestingin [...] staðfestingin “I wanna bealive in love” ljóðaði. Og greitt var frá byrjan, at her var alt sum tað átti og at maðurin fremst á palli hevði framúr góða rødd. Upplagdur Ronan Keating var væl upplagdur, og nýtti [...] púra greitt, at her var ein sangari, ið við góðari manning afturat sær, væl og virðiliga rakk út um pallkantin. Ronan Keating hevur fløgu á veg, sum kemur í september, og festivalgestir fingu at hoyra tilfar
sum ganga um, at feløg, sum tú og Jørgen Niclasen eiga ella hava átt, hava ført til, at TAKS hevur mist pengar. Tú hevur afturvíst hetta. Hví hevur tú gjørt tað, tá veruleikin er, at TAKS hevur mist [...] Skriva tú bara, at løgmaður skyldar mvg! Tað er tín plikt at skriva tað, knalla tað nú á forsíðuna, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður, sum er ikki sørt firtin, og heldur, at Sosialurin »ríðir [...] kreditorlista. Eg veit ikki, hvør hevur mist. Men eg síggi hendan listan, og eg síggi, at TAKS stendur til at hava mist 200.000 krónur. Men eg havi einki kriminelt gjørt, og hevði eg tað, so var TAKS
sínari lívligu framførslu hevur tendens til at fáa áhoyrarar at venda sær til hansara. Hetta er als ikki nakað neiligt. Tvørturímóti er tað ein serstakur styrkur at hava tílíkan peppaðan tónleikara á pallinum [...] Hóast ljóðgóðskan var ójøvn í byrjanini, hevði Sakaris yvirskotið til at fanga fólkið, sum var komið saman at fjeppast og peppast. Spæliplássinum hevði væl klætt fleiri fólk, men tey, sum vóru til staðar [...] spæla elektropopp (haldi eg, tað kann rópast), og hesin tónleikur er so orkufullur, at tú púra automatiskt fert at sveiggja við tónleikinum. Susið frá beatunum hvølla í bringuna, og tónleikurin kennist
samstundis undir at framdyrka konsepti við Frosfelt. At maðurin hevur gávur sum fáur, ivast ongin í. Tað hevur bara verið sum um, at hann ikki fann rætta samanhangin, har hann av álvara slapp at spíla seg út [...] ein frægd at hoyra ein bólk, sum (tilvitað ella ikki) tvíheldur um eitt konsept. Hetta ger teg sum áhoyrara tryggan, og gjøgnum framførsluna fatar tú meira og meira, og tú hevur møguleikan at verða drigin [...] framførslan á G! Spæliplássinum leygarkvøldið bar boð um, at nomadan hevur funnið eitt heim, her hann kann húsast og grógva. Løgini, ið Líggjas skrivar, eru at kalla melodiskar ramsur, ið koyra í ring. Umaftur
hjá KÍF sýndust eina løtu at vera í meira lagi og vóru við at fløkja um í álopspartinum, har neistaverjan hevði gott tamarhald á. Stutt undan hálvleikinum slapp Neistin at spæla í yvirtali, og hetta gagnnýttu [...] við at eta seg inn aftur á KÍF, men eitt nú innskifti veteranurin í málinum, Óla Kristian Djurhuus, var við til at halda Neistanum aftanfyri. Teir bláu høvdu seint í dystinum gyltar møguleikar at koma [...] eisini fingu sett fyrstu málini á talvuna. Teir dugdu væl at taka luftina úr dystinum, avtala eitt spæl við yvirgongd og var hetta eisini við til at lata neistaverjuna upp. Teir løgdu seg á odda við fáum
sagt, at tá árið er úti, hava umleið 70 mans verið við skipinum, men tá hava teir seinastu bert verið einstakar túrar við. Rætta myndin Tað stutta av tí langa er, at tað gevur eina skeiva mynd at halda [...] 2011. Færri veiðidagar Yvirlitið vísir eisini, at miðalveiðidagatalið í 2011 var 167, sum er 71 færri enn í 2010 – og 10 færri enn í 2009. Tað merkir, at nótaflotin hevði nógv færri veiðidagar í 2011 enn [...] Hetta merkir, at ársinntøkan í 2010 og 2011 hjá dekkarum við nótaskipum hevur verið umleið hin sama, men hvør veiðidagur í 2011 gav nógv meiri enn í 2010. Rætta myndin Tað er so skjótt, at misskiljingar