Hondbóltur: Neistin var væl við allan dystin, men KÍF helt leiðsluni allan dystin á tamb og vann oddabrakið tepurt 24-23.
KÍF dróg frá
Tað var KÍF, ið frá dystarbyrjan tóktist meiri tendraðir og eisini fingu sett fyrstu málini á talvuna. Teir dugdu væl at taka luftina úr dystinum, avtala eitt spæl við yvirgongd og var hetta eisini við til at lata neistaverjuna upp. Teir løgdu seg á odda við fáum málum, men Ári E. Dam í neistamálinum helt teimum inni í dystinum, og Neistin – við sínum nógvu einstaklingum – helt í og lat ikki KÍF renna avstað við nakrari stórari leiðslu. Allar yvirgongdirnar hjá KÍF sýndust eina løtu at vera í meira lagi og vóru við at fløkja um í álopspartinum, har neistaverjan hevði gott tamarhald á.
Stutt undan hálvleikinum slapp Neistin at spæla í yvirtali, og hetta gagnnýttu teir til fulnar og vunnu seg upp á javnt 9-9. So slapp KÍF hinvegin eisini at spæla í yvirtali, drógu eitt sindur frá og sluppu til hálvleiks við einari 12-10-leiðslu.
Hildu fast
Í seinna hálvleiki helt KÍF fast við leiðsluni, og skiftust liðini um at skjóta mál. Neistin var í løtum tætt við at eta seg inn aftur á KÍF, men eitt nú innskifti veteranurin í málinum, Óla Kristian Djurhuus, var við til at halda Neistanum aftanfyri. Teir bláu høvdu seint í dystinum gyltar møguleikar at koma bara eitt mál frá Neistanum, men teir misnýttu góðar møguleikar og ikki fyrr enn í seinastu sekundunum gjørdu teir tað til 23-24. Tá var ov seint, og við hesum 24-23-sigrinum leggur KÍF enn størri sjógv niður til hini liðini og staðfestir sína støðu sum eina av liðunum í einari komandi FM-finaluni.
Hart leiktur
Dysturin var til tíðir sera hart leiktur. Eitt nú mátti Jugoslav Djumic miðskeiðis í fyrra hálvleiki av vøllinum við skaða. Hann tók sær til vinstra arm. Eisini Heini Hanusarson meiddi seg og mátti spæla størsta partin av dystinum við ísposa klistraðum um høvdið. Fleiri aðrir smáskaðar vóru eisini, men megnaði altjóða dómarapar føroyinga, Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen, at halda tamarhald á og sekta leikararnar, tá ið neyðugt var við hesum.
Neistin – KÍF 23-24 (10-13)
Neistin: Heini Hanusarson (5) Finnur Hansson (5) Carl Herup Olsen (5) Áki Mørk (3) Beinir í Ólavsstovu (1) Teitur Magnusson (1) Heini Ragnarsson (1)
Útvísingar: 4x2min.
KÍF: Niklas Reginsson (5) Niklas Selvig (3) Hans Eli Sigurbjørnsson (3) Gert Hansen (3) Rógvi Weyhe (2) Ási Dam (2) Andrias Nielsen (2) Tony Weyhe (2) Teitur Joensen (2)
Útvísingar: 4x2min.









