Tað sigur Kaj Leo Johannesen, sum týðuliga ikki er fegin um skjalið, sum vit leggja á borðið til hansara, sum vísir, at eitt felag, sum Kaj Leo Johannesen varðaði av, hevur pádrigið eitt nú TAKS eitt tap upp á 200.000 krónur. Samlaða tapið, sum viðskiftafólk hjá felagnum Sp/f Sisero, hava, er um 1,5 milliónir krónur.
Kaj Leo Johannesen vísir á, at hann hevur onga ávirkan havt á hetta felag.
– Eg eigi bara eini 17 prosent av hasum felagnum. Eg havi tí ikki havt ávirkan á felagið.
Men tú vart nevndarformaður í felagnum, og sum slíkur ábyrgist tú fyri felagið, ikki so?
– Eg kann bara endurtaka, at eg skyldi ikki MVG. Um eg eisini eigi partabrøv í Eik, havi eg so eisini ábyrgd fyri tí tapi, sum var har?
Men har vart tú ikki nevndarlimur. Sum vanligur partaeigari ábyrgist tú ikki vegna felagið. Men í hesum felagnum stendur tú við ábyrgd sum nevndarformaður, og hetta felagið hevur pádrigið fólki tap, kanst tú ikki viðganga tað?
– Sum eg segði tær, so hevði eg ongan kreditorlista. Eg veit ikki, hvør hevur mist. Men eg síggi hendan listan, og eg síggi, at TAKS stendur til at hava mist 200.000 krónur. Men eg havi einki kriminelt gjørt, og hevði eg tað, so var TAKS langt síðani komið eftir mær.
Eingin hevur skuldsett teg fyri nakað kriminelt. Men víst hevur verið til søgur, sum ganga um, at feløg, sum tú og Jørgen Niclasen eiga ella hava átt, hava ført til, at TAKS hevur mist pengar. Tú hevur afturvíst hetta. Hví hevur tú gjørt tað, tá veruleikin er, at TAKS hevur mist pengar?
– Skriva tú bara, at løgmaður skyldar mvg! Tað er tín plikt at skriva tað, knalla tað nú á forsíðuna, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður, sum er ikki sørt firtin, og heldur, at Sosialurin »ríðir niðarlaga«, tá hann fer í holt við hetta málið.