Hittmakarar hugsa um útlandið

- Tað má vælsaktans vera okkurt, sum kann savna ta donsku tjóðina, og hví kundu tað ikki verið vit, sigur ein forherðaur tónleikur í tónleikabólkinum Páll Finnur Páll. Populeri bólkurin umhugsar at royna seg uttan fyri landoddarnar

Poppbólkurin Páll Finnur Páll telist millum best umtóktu bólkarnar her á landi. Vit hava upplivað tvístøðuna oftani í tóinleikasøguni, at ein bólkur, sum er á markinum onkursvegna, verður populerur millum ungfólk – einki løgið er í tí.

Og soleiðis er eisini við Páll Finnur Páll. Eftir tríggjar fløguútgávur og eina live-fløgu kunnu nógvir av populerastu sangunum hjá teimum mest sum ikki spælast í radio, men á teldum, í fløguspælarum og á spælistøðum kring landið hitta sangirnir.

Hinvegin eru eisini onkur radiohitt – til dømis Forelskaður Sjónleikari, Herbergið og Rasputin – og hesi løg hava kanska latið oyrað hjá breiðu fjøldini upp fyri melodiøsu sangunum hjá bólkinum.

2009 var eitt stórt ár fyri Páll Finnur Páll, sum við lívligum live-framførslum kring landið og einari nýggjari live-fløgu staðfesti sína støðu sum ein av populerastu bólkunum í Føroyum.

- 2009 hevur helst verið besta árið hjá Páll Finnur Páll. Hetta projektið, sum vit hava havt koyrdi, er bara vaksið, og tað leggjast fólk afturat allatíðina. Vit hava fingið slíka móttøku frá fólki í farna ári, sum vit ongantíð áður hava upplivað. Fólk hava mest sum gingið amokk á onkrum av okkara konsertum, sigur Finnur Jensen, sum er ein av tónleikarunum í Páll Finnur Páll.


Mær dámar menn á donskum

Páll Finnur Páll hevur higartil verið ein føroyskur bólkur við føroyskum sangum, men tað er ikki púra óhugsandi, at hetta kann broytast í framtíðini.

- Vit hava ofta tosað um, at tað hevði verið stuttligt at roynt okkum uttanfyri landoddarnar og kanska vita, um vit kundu gjørt okkum galdandi í Danmark ella onkrastaðni, sigur Finnur Jensen.

- Eg haldi, at danskur tónleikur stinkar. Hann er forpestaður av øllum hesum elektronisku bólkunum, sum eru nú, og sum eisini taka yvir í Føroyum. Har er einki ordiliga stórt hent síðani Kim Larsen ella Thomas Helmig ella TV-2. Men tað má vælsaktans vera okkurt, sum kann savna ta donsku tjóðina, og hví kundu tað ikki verið vit, sigur hann.

Ein fortreyt fyri einum gjøgnumbroti í Danmark er sjálvandi, at so skal Páll Finnur Páll syngja á donskum ella á enskum máli.

- Tað er ikki bara at umseta okkara sangir til danskt, tað skal gerast ordiligt, so tað kann raka onkra nerv onkursvegna. Vit hava tosað nógv um hetta seinastu tíðina, so tað kann verða, at vit fara at gera eitt ella annað. Vit fáa at síggja, sigur hann.