Uni Holm Johannesen
Seinasti fjórðingurin í 2008 varð kanska ein hin daprasta tíðin í søguni hjá B36. Felagið var í svárum fíggjarligum trupulleikum. Og tað var ein hvøllur brestur fyri bróstið hjá trúðføstu fjepparunum, tá tað var greitt, at høvuðsstaðarfelagið stóð nær eini tvangsniðurflyting í niðastu deildina.
Men bjargingin var ikki langt burturi. FC Tórshavn P/F varð sett á stovn, har 20 mans settu tilsamans eina millión krónur í felagið. Stjóri er Kristjan á Neystabø, sum í fleiri enn 20 ár hevði sitið í nevndini og verið formaður í B36.
- Málið í ár er at fáa felagið aftur á beint og samstundis liggja millum tey fremstu liðini, segði Kristjan á Neystabø við Sosialin undan kappingarbyrjan í fjør.
Hetta seinna vísti seg ikki verða meira enn ein dreymur. Tí ítróttarliga gekk av skriðuni í 2009. Plássið í Vodafonedeildini varð ikki tryggjað fyrr enn í seinasta leikumfarinum, meðan liðið í steypakappingini mátti lúta fyri TB longu í øðrum umfari.
Men hóast tað eru tríggir mánaðir til kappingarárið 2010 verður sparkað ígongd, eru greiðar ábendingar um, at B36 fer at standa seg munandi betur ítróttarliga komandi árið.
Aftur á beint
Við tilgongdini av serliga Bárði Olsen, Símuni Joensen, Dmitrij Jankovic og Hjalgrími Elttør hava fleiri hug at yppa øksl at B36. Tí leikarar, sum hava staðið seg væl í bestu føroysku fótbóltskappingini seinastu árini, eru neyvan heilt ókeypis.
- Hvør betalur gildið? Sama felag, sum var um at fara á heysin fyri nøkrum mánaðum síðani, skrivar ein kjakari á kjak.org.
- Og hvat hendir, um B36 ikki fær úrslit í ár? Aftur á heysin?, spyr ein annar á somu kjaksíðu.
Kristjan á Neystabø hevur seinasta árið havt fíggjarligu støðuna hjá felagnum um hendi:
- Tað er serliga takkað verið spælarunum, sum í fjør valdu at spæla við hjartanum enn fyri pengunum. Tað er felagið serstakliga takksamt fyri. Vit spardu eina rúgvu av pengum, og lønarlagið er nú munandi lægri enn fyri fýra árum síðan. Leiðslan setti í verk ymiskar skipanir fyri at fáa pengar til vega, og tað hevur eydnaðst so mikið væl, at felagið kann fáa leikarar aðrastaðni frá, sigur Kristjan á Neystabø.
B36 fær ikki pengar frá altjóða fótbólti í ár. Er talan um fleiri privatar stuðlar ella lýsarar? Ella velja tit at satsa í ár?
- Vit satsa ongantíð. Leiðslan er fullgreið yvir, hvar pengarnir fara. Vit hava fingið pengar frá stuðlum og lýsarum, men brúka ikki meira enn vit eiga. Tað skulu viðhaldsfólkini ikki stúra fyri, sigur Kristjan á Neystabø, stjóri í FC Tórshavn P/F.