Neistin í upploysn

Hondbóltur: Púra óvæntað var tað botnliðið Kyndil, sum í gjár vann arvauppgerðina ímóti Neistanum. Neistin spældi ikki sum ein FM-avbjóðari og mátti lúta 25-31 fyri Kyndli, sum hinvegin fekk at kalla alt at rigga henda dagin

Hetta var fyrsti dystur hjá Kyndli uttan Hans Áka Dal-Christiansen, sum hevur skift til KÍF, og somuleiðis var hetta fyrsta ferðin at Tummas Pauli Hanusarson skuldi spæla ímóti sínum gamla felagi. Hann hevur spælt nógv ár við Kyndli, men í gjár spældi hann við Neistanum.
Á pappírinum var Neistin, sum stríðist um eitt finalupláss, stórfavorittur ímóti avgjørda botnliðnum, men henda dagin var vent í holuni.

Neistin ein frammaná
Við Neistanum sum stórfavoritti í dystinum mundi størsti spurningurin vera, hvussu væl kyndlaverjan fór at standa seg ímóti mongu av bestu álopsspælarunum í landinum. Men tað skuldi skjótt vísa seg at gerast ikki so frægt sum ein spurningur, tí verjan hjá Kyndli spældi ein stóran hálvleik og helt Neistanum fullkomiliga burtur frá málinum. Serliga ungir mans sum Oyvind Lützen og Frank Askildsen hildu rimmar fast og fangaðu annars illa skipaðu uppspølini, sum vóru ávegis frá Neistanum.
Eftir eina javna byrjan fór alt hetta at rigga hjá Kyndli, sum dróg frá við og legði seg á odda 9-6 og bara bygdi upp á leiðsluna og slapp til hálvleiks á odda 14-10.
Sigast skal, at tá ið neistamenn sluppu leysir, var stongin ikki teimum blíð, men var hetta kanska bara ein staðfesting av, at neyvleikin í hvørki spæli ella skotum var til staðar.

Kyndil avgjørdi
Í seinna hálvleiki setti Neistin Finn Hansson á vøllin. Teir bláu høvdu tó ilt við at takkla mótgongdina og Kyndil streyk avstað. Tá ið seinni hálvleikur var hálvrunnin, var støðan 23-15 til Kyndil. Neistin fekk spælið at rigga betur og kom upp á 26-22, men Kyndil vísti góða styrki við at runda góða avrikið við einum góðum enda, sum tryggjaði teimum ein 31-25-sigur á fíggindanum úr Neistanum, sum harvið misti eitt fet í FM-stríðnum, meðan Kyndil við sigrinum kemur upp á seks stig. Teir eru framvegis einsamallir á aftasta plássi, fýra stig upp til StÍF og Team Klaksvík.

albinus@sosialurin.fo

Neistin – Kyndil 25-31 (10-14)

Neistin: Heini Hanusarson (10) Áki Mørk (3) Finnur Hansson (3) Daniel Hansson (3) Teitur Magnusson (2) Tummas Pauli Hanusarson (2) Jugoslav Djumic (1)

Útvísingar: 2x2min.

Kyndil: Miroslav Vladkov (8) Andrias Sólsker (7) Høgni Klein Olsen (4) Julian Johansen (4) Rógvi Christiansen (3) Ludvík Súnason (2) Oyvind Lützen (1) Regin Fossaberg (1) Tróndur Jensen (1)

Útvísingar: 4x2min.