Sambært yvirliti yvir inntøkuviðurskifti fiskimanna, sum Føroya Fiskimannafelag legði fram á landsfundi í desember, sæst, at daginntøkan hjá teimum, sum sigla við nótaskipum, var heilar 9.092 krónur í miðal fyri hvønn fiskidag í 2011.
Samanborið við árið fyri 2010, var miðalinntøkan fyri hvønn veiðidag 2.613 krónur hægri í 2011.
Hyggja vit so, hvussu árið 2009 vignaðist, var inntøkan fyri hvønn veiðidag hetta árið 4.663 krónur, sum er heilar 4.429 krónur minni enn í 2011.
Færri veiðidagar
Yvirlitið vísir eisini, at miðalveiðidagatalið í 2011 var 167, sum er 71 færri enn í 2010 – og 10 færri enn í 2009.
Tað merkir, at nótaflotin hevði nógv færri veiðidagar í 2011 enn í 2010, men umleið sama veiðidagatal í 2011 sum í 2009.
Falda vit inntøkuna fyri hvønn veiðidag (167 dagar) í 2011 við daginntøkuni (9.092 krónur) sama ár, fáa vit ein dekkarapart, sum í 2011 svarar til 1,518 miljónir krónur. Seta vit sama roknistykkið upp fyri árið 2010, tá veiðidagatalið var 238, og inntøkan fyri hvønn dag var 6.479 krónur, fáa vit ein dekkarapart á 1,542 miljónir krónur.
Hetta merkir, at ársinntøkan í 2010 og 2011 hjá dekkarum við nótaskipum hevur verið umleið hin sama, men hvør veiðidagur í 2011 gav nógv meiri enn í 2010.
Rætta myndin
Tað er so skjótt, at misskiljingar kunnu koma í, tá ræður um inntøkutøl fiskimanna, um borðreitt verður við hesum tølum uttan aðrar frágreiðingar. Daginntøkan hjá dekkarum, sum sigla við nótabátum og øðrum fiskiførum lýgur ikki, men við flestu skipabólkum er eingin maður umborð hvønn túr. Taka vit partrolararnar, er vanligt, at tveir partrolarar hava tríggjar manningar, og soleiðis skal daginntøkan býtast millum fleiri dekkarar enn teir, sum svara til tvær manningar.
Í tølunum yvir inntøkuviðurkskiftini hjá teimum, sum sigla við nótaflotanum, eiga eisini fleiri dekkarar lut enn teir, sum eru umborð hvønn túrin sær.
Flestu nótaskip framleiða ikki umborð, og tí er manningartalið á hesum skipum nógv minni enn manningartalið við eitt nú Norðborg, ið er framleiðsluskip við umleið 40 monnum umborð.
Í samrøðu við Sosialin hava teir, sum standa aftanfyri Norðborg, sagt, at tá árið er úti, hava umleið 70 mans verið við skipinum, men tá hava teir seinastu bert verið einstakar túrar við.
Rætta myndin
Tað stutta av tí langa er, at tað gevur eina skeiva mynd at halda, at dekkarar við nótaskipunum í 2011 hava tjent meiri enn hálva aðru miljón krónur í part.
Soleiðis hongur tað ikki saman. Hinvegin skerst ikki burtur, at daginntøkan hjá teimum, sum vóru við nótaskipum í 2011, var meiri enn 9.000 krónur.