Spæliplássið hjá Sakaris

Spæliplássið var eina løtu umgjørt til eina veitsluhøll, har Sakaris var vertur. Sakaris og hansara fólk sprutta og sprella av ungdómi og spæligleði. Tónleikurin er stúvstappaður við pikkalítlum dibbidubbum, og tað er púra vist, at allar bibbur á Spæliplássinum vippaðu teir 45 minuttirnar tónleikurin vardi

Hóast ljóðgóðskan var ójøvn í byrjanini, hevði Sakaris yvirskotið til at fanga fólkið, sum var komið saman at fjeppast og peppast. Spæliplássinum hevði væl klætt fleiri fólk, men tey, sum vóru til staðar, vóru vitni til eina heilsan til gleði, kærleika og ungdóm, innballað í pumpandi strofur og fangandi niðurløg. Sakaris & Co. spæla elektropopp (haldi eg, tað kann rópast), og hesin tónleikur er so orkufullur, at tú púra automatiskt fert at sveiggja við tónleikinum. Susið frá beatunum hvølla í bringuna, og tónleikurin kennist mestsum fysiskur, tá ið tær tónlistarligu eksplosiónirnar frá Sakaris verða grýttar eftir tær.

Tað er eitt fríkst lot at hoyra ein bólk, sum bara skrivar feitan, nútímans popptónleik, og sum eisini trívist við at framføra hann. Teir fýra, Heðin, Rógvi, Janus og Sakaris lýsa av spæligleði, og tú kanst ikki annað enn at gleðast saman við teimum.

Konsertin varð sum heild væl framførd, og hóast Sakaris hevði tak á áhoyrarnum, so var tað ikki fyrr enn hittið “In a box” varð spælt miðskeiðis í settinum, at veruligt lív kom í spæliplássið. Fyri mítt viðkomandi var hæddarpunktið vakra lagið “Stay where you are”, ein vøkur, rúnarbindandi balada sum Sakaris framførdi til UG.

Manningin í Sakaris telur nakrar av teimum mest gávuðu tónleikarunum í landinum. Janus Rasmusen, sum vit kenna úr bólkinum Bloodgroup og Lama Sea. Heðin Ziska Davidsen, sum í eini 20 ár hevur ríkað okkum við undurfullað gittarspæli sínum, stóð fyri tað mesta handan ljómborði. Og Rógvi Lamhauge, sum vit eisini kenna úr Boys in a Band, tók sær av trummunum. Og so er tað sjálvandi Sakaris Joensen, sum tekur sær av sangi og keytarinum (sum er eitt ljómborð sum verður hildið sum ein gittar).


Ein oddamaður og annar

Sakaris Joensen er maðurin handan bólkin, og natúrligur oddamaður í bólkinum. Honum klæðir væl leiklutin sum oddamaður, og virkar sum eitt sterkt og gott bindilið millum pall og áhoyrarar. Men hann fær eisini harða oddamannakapping við Janus Rasmussen, sum hevur ein oddamann hoppandi og dansandi í búkinum, og sum við sínari lívligu framførslu hevur tendens til at fáa áhoyrarar at venda sær til hansara. Hetta er als ikki nakað neiligt. Tvørturímóti er tað ein serstakur styrkur at hava tílíkan peppaðan tónleikara á pallinum. Fyri Janus man pallurin verða tað, sum vatni er fyri fiskin. Hansara natúrliga umhvørvi.

Saman skaptu Sakaris og Janus ein fantastiskan dynamikk fremst á pallinum. Nakað til oyru og nakað til eygu, soleiðis skal tað vera.

Konsertin við Sakaris kendist ov stutt, og man hetta eisini vitna um góðskuna av tí sum bólkurin framførdi.