vanliga eru um hetta mundið, men til tað svaraði stjórin, at tað var ilt at flyta ein føðingardag; tað er nú einaferð so, at tað fríggjakvøldið júst eru 15 ár síðan húsið varð tikið í nýtslu. Vit hava tó [...] spart. Í staðin fyri at hava eina rúgvu av tiltøkum alt árið, hava vit valt at satsa upp á nøkur stór og góð tiltøk - m.a. hetta, sum vit so leggja alla orku í, søgdu stjórin og samskiparin í Norðulandahúsinum [...] skipa tað sum best og hava verið í sambandi við Musikkskúlan fyri langari tíð síðan, og har fingu vit lovað, at teir skuldu laga tiltakið soleiðis, at luttakararnir skuldu fáa høvi til at koma til hát
um tú hyggur í eitt nú bóklinginum ?Tours?, sum Ferðaráðið gevur út. Ein vitjan í Norðurlandahúsinum er vorðin eins vanlig og eitt nú ein vitjan í Kirkjubø. Húsið og tiltøkini har eru við til at gera tað [...] samstarv við starvsfólkið og leiðsluna í Norðurlandahúsinum. Vit fáa yvirlit yvir komandi tiltøk, sum vera nýtt bæði í faldarum okkara og eru at finna í okkara kunning, har ferðafólk í hópatalið leita sær [...] Hesin lýsir allir teir skipaðu ferðamøguleikarnar og teir pakkaferðir, sum eru. Katalogið verður sent útlendskum ferðasmiðum. Hetta eru teir, sum selja ferðir til Føroya antin beinleiðis til ferðamannin ella
gestirnir eru álitið hjá Hotel Hafnia, bert 8 % av bíleggingunum eru frá føroyingum. Av teim 92 % eru 75 % danir. Tískil kom verkfallið í Danmark illa við hjá Hotel Hafnia í Havn, nógvar bíleggingar eru avlýstar [...] fáa fólk til Føroyar, nógvir faldarar eru á marknaðnium og Ferðaráð Føroya ger eitt gott arbeiði. Nú er ikki neyðugt, at útlendingar leita eftir okkum, tí vit eru so mikið nógv frammi og royna at gera [...] ringja fáa at vita, at flogførini eru full, og tí setast tey aftur. Í summar kunnu fløgførini flyta 48.000 fólk um tey eru full hvønn dag, og so stóran kapasitet hava vit ikki havt áður, sigur Jóhan Restorff
mánaðirnar komu vit nøkulunda upp undan aftur. Men úrslitið er so eisini, at vit eru um at fáa umvælt og fríðkað øll húsini. Vit hava havt umfatandi høvuðsreingerð og vaskað tað úr enda í annan. Vit hava bygt [...] uppgáva í hesum. Barnaleikir, barnadagurin nú sunnudagin, Prix Føroyar, Rock Nátt, ungdómsdansibólkur til Grønlands, OZON, Skeyk, øll eru tiltøk, sum eru komin í mínari tíð. Eg havi eisini lagt meg eftir [...] prístalsviðgjørt, so í veruleikanum fáa vit kanska ikki meira fyri ta 1,4 milljónina, vit hava stríðst fyri at fingið afturat. Um gongdin heldur fram, so endar tað við, at vit ikki hava ráð til annað enn at hava
vikur. ? Vit hava longt siglingartíðina fyri at fáa fleiri fólk við. Eydnast tað verður umhugsað at leingja tíðina enn meir. Og ábendingar eru um at fólk fegin ferðast tíðliga og seint á summri. Vit geva serlig [...] Jespersen, deildarleiðari á ferðamannadeildini hjá Smyril Line. Fleiri broytingar eru í ferðaætlanini hjá Norrønu í ár. Skipið leggur nú inn í Hanstholm í staðin fyri Esbjerg, og somuleiðis inn í Lerwick í Hetlandi [...] marknaðarføring. Smyril Line hevur egna ferðamannaskrivstovu í Bergen. ? Vit gera eina stóra marknaðarføring í Noregi um veturin, so vit fara at síggja nógvar norðmenn í Føroyum í summar, sigur Áki Jespersen
? Tað eru ikki øll, sum hava sagt frá, at tey ikki fara. Útselt hevur verið við flogfarinum nakrar ferðir, men tað hevur hvørja ferð gingið, tí nøkur ferðafólk ikki eru komin fram. Tí hava vit heitt á [...] Hinvegin hava tey ferðast, sum frammanundan hava lagt ferðina til rættis, onkur er setstur aftur, men tey eru fá. Tað hevur sjálvandi verið keðiligt hjá teim ferðandi, at tey hava verið forðað í at ferðast sum [...] á fólk um at møta upp og tey eru sloppin við, sigur Marita Danielsen. Tok At sleppa runt í Danmark hevur ikki verið nakar trupulleiki. Gravgangurin eftir tokferðaseðlum hevur kortini ført við sær, at fólk
og einasti máti er at fara í samgongu. Ikki so grumsut í tinginum nú Úrslitið av løgtingsvalinum gjørdist, sum kunnugt, at tað nú eru tveir flokkar færri í tinginum. Tí samstundis sum Miðflokkurin misti [...] Teir eru ymisr á málið, samfelagsfrøðingarnir og tað er skilligt, tí tað er sera torført at gita um hvør endin verður á samgongusamráðingunum. Jákup Pauli Støm er ikki so avgjørdur, sum Zakarias Wang í [...] Verkamannafylkingin sína umboðan. Er hetta ein fyrimunur ella ein vansi fyri arbeiðið í tinginum? ? Vit kunnu í hvussu er siga, at tað er ikki so grumsut í tinginum, sum tað var áðrenn. Var úrslitið av valinum
heimagjørt forlag og umstøðurnar at taka upp vóru ikki sum nú. Soleiðis hugleiðir Annika á fløguhúsanum um, tá ið fløgan varð spæld inn á sinni: ?Nú eru tað skjótt nógv ár síðani, at henda barnaplátan varð spæld [...] Okkara skermur var í trimum pørtum, og vit settu hann mitt út á gólv, brettu síðirnar inn móti hvørji aðrari, soleiðis at eitt lítið rúm kom burtur úr, og so løgdu vit eina dýnu omaná sum tak. Har var nakað [...] nakað myrkt, so við einum bandstubba og einari sikkurheitsnál hongdu vit eina súklulykt uppá skermin. Mikrofonin varð sett inn, og nú var klárt at taka upp?. Sum tað ljóðar vóru umstøðurnar ikki tær bestu
anum. Nú eru so prógv fingin fyri, at forkláringin er ein heilt onnur. Funnið eitt svar Men nú heldur Mortan Johannesen seg hava funnið eitt svar uppá hetta loyndarmálið. Nú ein morgunin, vit fóru út [...] sigla bátar alla tíðina á Kaldbaksfjørði. Men eg vænti nú ikki, at tað eru teir bátarnir, vit síggja, sum koma higar á ránsferð. Heldur eru tað teir, vit ikki síggja. Kann vera heilsuskaðiligt Mortan Johannesen [...] at geva laksinum, hálaðu vit sum vant deyð- fiskanótina upp fyri at vita, um deyður fiskur var í og fyri at tøma hana. Og eg má viðganga, at vit gjørdust sera kløkkur, táið vit sóu, at eitt sindur av einum
arbeiddu við eini aðrari ætlan, sum ikki bleiv til nakað. Men nú vit eru komin í gongd aftur, er ætlanin at halda fram. Vit eru tvey fólk knýtt at blaðnum hálva tíð, men skal blaðið halda fram í øðrum líki [...] sambært kanningini eru tey bert 5,9 %, sum einki lesa. ? Uppløgini hjá bløðunum eru stór, so tað bendir eisini á, at fólk lesa nógv avísir. Og hóast uppløgini eru minkað seinnu árini, eru tey framvegis stór [...] vart við seg beint undan Fólkatingsvalinum, síðani eru 4 bløð komin út. Hvat hendir nú er ikki vist. ? Ætlanin er, at blaðið skal koma út 14. hvønn dag. Vit hava roynt leingi at fáa blaðið út aftur, og arbeiddu