Í samrøðu við stjóran greiddi hann frá, at árið í ár er spariár hjá Húsinum, men á tíðindafundinum í vikuni, sló stjórin fast, at til hetta tiltakið verður ikki spart. Í staðin fyri at hava eina rúgvu av tiltøkum alt árið, hava vit valt at satsa upp á nøkur stór og góð tiltøk - m.a. hetta, sum vit so leggja alla orku í, søgdu stjórin og samskiparin í Norðulandahúsinum, Fróði Vestergaard.
Á fundinum gjørdi onkur eisini vart við, at hátíðarhaldið kom at fella saman við stevnurnar hjá Kórsambandinum og Musikkskúlanum, sum vanliga eru um hetta mundið, men til tað svaraði stjórin, at tað var ilt at flyta ein føðingardag; tað er nú einaferð so, at tað fríggjakvøldið júst eru 15 ár síðan húsið varð tikið í nýtslu. Vit hava tó roynt at skipa tað sum best og hava verið í sambandi við Musikkskúlan fyri langari tíð síðan, og har fingu vit lovað, at teir skuldu laga tiltakið soleiðis, at luttakararnir skuldu fáa høvi til at koma til hátiðarhaldið eisini. Havnarkórið fær eisini verið við, sjálvt um Kórstevnan samstundis.
Tað frættist í blaðnum í gjár, at tíðindakvinnan Tórunn Ellingsgaard er givin á kendu sjónvarpsrásini MTV. Hesum møguleikanum hevur Norðurlandahúsið loftað og Tórunn er biðin at koma til haldið at vera vertur saman við Peter Turtschaninoff, stjóranum í Húsinum.
Tað verður tó ikki bara húsið sjálvt, sum verður karmur um tiltakið. Í Fámjin og Klaksvík verða eisini framførslur í sambandi við hátíðarhaldið.
Leygardagin koma norsku fólkatónleikararnir Jon Faukstad og Øystein Rudi Ovrum saman við grønlendska trummudansaranum Anda Kuitse til Fámjin - lesið um teir longuri inni í blaðnum. Og Sunnudagin eru norðmenninir at hoyra í Klaksvík, har Hanus Johansen eisini verður á palli.
Sosialurin fer at fylgja við og siga frá tiltakinum sum heild aftaná.
Við hesum ynskir Sosialurin Húsinum hjartaliga tillukku og takkar fyri ágóðan av árunum, sum eru farin.