Í hesum døgum fyrireika fólk summarfrítíðina, og á Smyril Line, ið selur ferðaseðlar bæði loftvegis og sjóvegis, er úr at gera. Hálvt hundrað túsund fólk vórður flutt millum Føroyar, Íslands, Danmark og Noreg í fjør, og sambært bíleggingunum higartil eru ábendingar um, at Norrøna fer at flyta enn fleiri fólk og bilar í ár.
? Talan er um eina rímiliga stóra øking í ferðafólkatalinum í mun til í fjør, og hon er á øllum rutum, serliga á Noregsrutuni, sigur Áki Jespersen, deildarleiðari á ferðamannadeildini hjá Smyril Line.
Fleiri broytingar eru í ferðaætlanini hjá Norrønu í ár. Skipið leggur nú inn í Hanstholm í staðin fyri Esbjerg, og somuleiðis inn í Lerwick í Hetlandi. Harumframt verður siglt tvær vikur longur í ár.
? Stórur áhugi er fyri nýggju rutuni. Nógvir føroyingar hava hug á snarferðunum til Hetlands, har tey fara mánadag og koma aftur mikudag. Eisini er hampuligur áhugi at sleppa inn á bretska meginlandið. PNO-Ferries, sum sigla millum Hetland og Skotland, er agentur hjá Norrønu í Hetlandi. Vit hava eina avtalu við teir at samantvinna ferðir við Norrønu, sigur Áki Jespersen.
At økingin er so stór á Noregsleiðini, serliga úr Noregi til Føroya, kemst av góðari marknaðarføring. Smyril Line hevur egna ferðamannaskrivstovu í Bergen.
? Vit gera eina stóra marknaðarføring í Noregi um veturin, so vit fara at síggja nógvar norðmenn í Føroyum í summar, sigur Áki Jespersen.
Umtala
Umrøðan av Føroyum í donskum bløðum og fjølmiðlum annars hevur verið rættiliga stór síðsta árið, fyrst í sambandi við filmin Barbaru, síðani í sambandi við vitjan Nyrups í Føroyum og so Bankakanningina. Føroyar eru í aðrar mátar javnan ovast á tíðindabreddanum í Danmark.
? Nógvir danir koma henda vegin og økingin er rættiliga stór, sigur Áki Jespersen.
Ferðaseðlarnir eru bíligari til Noregs enn til Danmarkar. Tí keypa nógv ferðaseðil til Noregs og koyra síðani víðari. Gott ferðasamband er bæði úr Oslo til Keypmannahavnar, úr Kristianshavn til Hirtshals, og úr Bergen til Hanstholm,
? Ferðaætlanin hongur betri saman við at sigla til Hanstholm í staðin fyri til Esbjerg. Og tað eru nógv fleiri frítíðarmiðdeplar, ferðastøð og góðar strendur í Norðurjútlandi enn í Suðurjútlandi. Í so máta er tað sera hent hjá fólki, at siglt verður til Hanstholm, og tað merkja vit við, at nógvar pakkaferðir eru seldar, tað vil siga, ferðaseðlar umframt summarhús, íbúðir ella hotell.
At økingin er so stór og at fólk í størri mun keypa pakkaferðir eru tekin um, at fólk hava fleiri pengar um hendi enn undanfarin ár.
? Tað eru heilt greið tekin um tað, sigur Áki Jespersen.
Umvegis Ísland
Ferðamynstrið seinastu árini hevur verið, at útlendingar, kanska serliga týskarar og italiumenn, koma til Føroyar við Norrønu fyri síðani at fara víðari til Íslands.
? Áhugin eystanfyri at koma til Føroya og Íslands veksur, til dømis er stórur áhugi úr Kekkia og Póllandi, sigur Áki Jespersen.
Norrøna byrjar at sigla 23. mai og siglt verður í 16 vikur.
? Vit hava longt siglingartíðina fyri at fáa fleiri fólk við. Eydnast tað verður umhugsað at leingja tíðina enn meir. Og ábendingar eru um at fólk fegin ferðast tíðliga og seint á summri. Vit geva serlig tilboð, til dømis bíligar bilpakkar fyri at fáa fleiri fólk við nettup teir túrarnar, har ikki er so nógv frammanundan, sigur Áki Jespersen.
Í fjør var ein undirhaldsleiðari umborð allar túrarnar. Viðkomandi hevði nógvar ymiskar uppgávur. Eitt nú skipaði hann fyri bingo og undirhaldi fyri børn, so sum skattajakt og seyðarenning, og fyri barnaansing ávísar tímar á degnum. Tað eydnaðist so mikið væl, at tað verður tikið uppaftur í ár.