Barnaplátan hjá Anniku útaftur

Hon var tann fyrsta føroyska barnaplátan, ið kom út, og er síðani blivin ein klassiskari á sínum øki. Og sunnudagin kl. 14.00 fer Annika at syngja nakrar sangir á fløguni á konsert í Norðurlandahúsinum í sambandi við 15 ára føðingardagin

Tey, sum vóru børn fyri 20 árum síðani, minnast ivaleyst sangirnar hjá Anniku Hoydal, ?Tá ið eg fór mær til Gjáar?, ?Drívur døgg um døkka grund?, ?Rottur gnaga, rottur skaða? og nógvar aðrar. Plátan er langt síðan útseld, og skøvur hoyrast á, so nógv sum hon hevur verið spæld í útvarpi og við hús.

Sunnudagin kl. 14.00 verður høvi at hoyra Anniku syngja nøkur av løgunum á barnakonsertini í sambandi við, at Norðurlandahúsið hevur 15 ár á baki.

? Tað er komið ov lítið fram í sambandi við føðingardagin hjá Norðurlandahúsinum, hvør verður á barnakonsertini. Í stóru skránni hjá húsinum standa vit ikki og barnatiltakið er líkasum smokkað niður ímillum. Skal tú hava áhoyrarar skalt tú venja fólk sum smá at fara til ymisk tiltøk. Man eigur at taka sær líka professionelt av børnum sum øðrum. Tað er synd, at barnamentan ikki verður vird meir, tí tað er avgjørt nakað at gera burtur úr, at Tutl endurútgevur fyrst føroysku fløguna við barnasangum. Grundin til, at fløgan kemur út aftur er, at fólk, sum nú gerast foreldur hava spurt meg, hví man ikki kann fáa hasa fløguna longur, sigur Annika Hoydal.

Tá ið Norðurlandahúsið læt upp Dýra Biðidag fyri fimtan árum síðani var Annika Hoydal tann fyrsta listakvinnan, sum bar orð fram.

? Tað varð nógv kjakað aftur og fram um, hvør tað var skuldi vera. Og avgerðin var tikin á politiskum stigi, tí fólk hildu meg hava verið ov leingi burtur til at kunna vera við. Eg las ein tekst hjá Christiani Matras upp til ljósmyndir meðan Lars Trio spældi undir, sigur Annika Hoydal, sum var ílatin grasgrønum kjóla við summardáum í hárinum á upplatingartiltakinum.


Klassikarar

Plátan hjá Anniku hevði eitt navn, og tað var heilt óvanligt, tá mitt í sjeytiárunum. Hon kallaðist ?Til børn (+vaksin)?, og var fyrsta og einasta plátan, sum forlagið Angelina gav út. Men tey sum keyptu hana og spældu hana, kallaðu hana ongantíð annað enn barnaplátuna hjá Anniku. Og soleiðis eitur hon enn hjá teimum, sum vóru børn tá fyri eini 20 árum síðani. Angelina var eitt heimagjørt forlag og umstøðurnar at taka upp vóru ikki sum nú.

Soleiðis hugleiðir Annika á fløguhúsanum um, tá ið fløgan varð spæld inn á sinni: ?Nú eru tað skjótt nógv ár síðani, at henda barnaplátan varð spæld inn fyrstu ferð. Tað var á einum kamari í Skotlandi við einum 4-spors bandupptakara. Í rúminum stóð ein gamal broderaður skermur í nógvum litum. Ein av teimum, sum konur í cowboy-filmum altíð skulu í bað aftanfyri, og sum tær blaka øll klæðini uppá, meðan tær liggja í karinum. Okkara skermur var í trimum pørtum, og vit settu hann mitt út á gólv, brettu síðirnar inn móti hvørji aðrari, soleiðis at eitt lítið rúm kom burtur úr, og so løgdu vit eina dýnu omaná sum tak. Har var nakað myrkt, so við einum bandstubba og einari sikkurheitsnál hongdu vit eina súklulykt uppá skermin. Mikrofonin varð sett inn, og nú var klárt at taka upp?.

Sum tað ljóðar vóru umstøðurnar ikki tær bestu og als ikki til at samanbera við, hvussu tað verður gjørt í dag. Kortini var plátan á einum høgum stigi fyri sína tíð við enska framleiðaranum George Miller aftanfyri og við samstarvinum hjá Anniku við tann kenda skotska fólkasangaran Ian McCalman. Hon var ein tann fyrsta føroyska barnaplátan, ið kom út, og hon er síðani blivin ein klassiskari á sínum øki. 20 sangir eru á fløguni, H. A. Djurhuus hevur yrkt 10 teirra, Símun av Skarði ein, Louis Zachariasen ein, Fritz Sjöström ein sum Gunnar Hoydal hevur týtt, Steingrím Weihe ein, tvey skjaldur eru og Annika hevur yrkt tríggjar til ensk og skotsk løg.

Langt hevur verið ímillum, at plátur ella fløgur við føroyskum barnasangum eru komin út. Útvarp Føroya hevur givið tvær fløgur út við kendum barnasangum, sum hava fingið nýggjan ham, og Tutl hevur endurútgivið fýra fløgur í seinastuni. Tann fimta kemur í hesum mánaðinum, hon er við Paula Hansen og eitur Eplapetur.

Tutl gevur barnaplátuna hjá Anniku út sum fløgu, og hon er nú at fáa í handlunum.