Stórverkfallið í Danmark vardi í góða hálva aðru viku. Sjónligastu avleiðingarnar í Føroyum hava verið, at bert eitt flogfar hevur røkt Føroyarutuna. Tí hava nøkur, sum hava ætlað sær út at ferðast, verið noydd at lagt ferðina um ella útsett hana.
Á Flogfelag Føroya, sum er tann størsta ferðamannaskrivstovan í landinum, hevur verið úr at gera at selja ferðaseðlar og leggja longu seldar ferðaseðlar um. Maersk hevur ikki flogið og Atlants Flog hevur bara flogið til Billund, har flogfarið hevur fingið allar tænastur uttan olju. Á veg heim til Føroya hevur verið millumlent í Stavanger, har flogfarið hevur fingið olju.
? Handilsferðandi hava verið forðað í at fara nakran veg meðan verkfallið hevur verið, tí so nógv arbeiðspláss hava verið verkfallsrakt. Hinvegin hava tey ferðast, sum frammanundan hava lagt ferðina til rættis, onkur er setstur aftur, men tey eru fá. Tað hevur sjálvandi verið keðiligt hjá teim ferðandi, at tey hava verið forðað í at ferðast sum tey annars vildu gjørt, sigur Marita Danielsen, deildarleiðari á Flogfelag Føroya.
? Tað eru ikki øll, sum hava sagt frá, at tey ikki fara. Útselt hevur verið við flogfarinum nakrar ferðir, men tað hevur hvørja ferð gingið, tí nøkur ferðafólk ikki eru komin fram. Tí hava vit heitt á fólk um at møta upp og tey eru sloppin við, sigur Marita Danielsen.
Tok
At sleppa runt í Danmark hevur ikki verið nakar trupulleiki. Gravgangurin eftir tokferðaseðlum hevur kortini ført við sær, at fólk hava verið noydd at bíða nakrar tímar fyri at sleppa við, serliga upp undir vikuskiftið.
Sum tann einasta ferðamannaskrivstovan í landinum selur Flogfelag Føroya eisini ferðaseðlar við toki í Danmark og Onglandi. Tað kom sera væl við, meðan verkfall var.
? Nógvir føroyingar hava keypt ferðaseðlar við toki. Vit byrjaðu at selja tokferðaseðlar sama dag sum verkfallið byrjaði, so tað var rættiliga heppið, sigur Marita Danielsen.
Flogfelagið er eisini aðalumboð hjá Maersk í Føroyum. Maersk, sum hevur høvuðsstøð í Keypmannahavn, og hevur als ikki verið á flogi meðan verkfallið vardi.
Planlegging
Tað er um hesa tíðina, at føroyingar leggja ætlanir um, hvagar tey skulu fara at ferðast í summar ? aðra staðni er vanligt, at summarfrítíðin verður løgd til rættis fyrst í árinum. Og tekin eru um, at føroyingar ferðast nógv.
? Føroyingar fara alla staðni, eingin nýggjur marknaðurin er sum so, uttan tað at Atlants Flog fer at flúgva til Glasglow í summar. Fólk ferðast sum tey altíð hava gjørt við skipi og flogfari, bili og toki, men tað at tey nú kunnu leggja alt til rættis og gjalda, áðrenn tey fara, er avgjørt ein fyrimunur fyri tey, sigur Marita Danielsen, deildarleiðari á Flogfelag Føroya at enda í viðtali.