Summarið hjá ferðamannavinnuni í Føroyum byrjar, tá ið Norrøna leggur at bryggju í Havn við teim fyrstu útlendsku gestunum. Gistingarhúsvinnan spennur seg út í hesum døgum at ger alt til reiðar til at taka ímóti fremmandu ferðafólkunum og í so máta er Hotel Hafnia, sum liggur í hjartanum í høvuðsstaðnum einki undantak.
Útlendsku gestirnir eru álitið hjá Hotel Hafnia, bert 8 % av bíleggingunum eru frá føroyingum. Av teim 92 % eru 75 % danir. Tískil kom verkfallið í Danmark illa við hjá Hotel Hafnia í Havn, nógvar bíleggingar eru avlýstar, til dømis bólkaferðir og veitslur. Talan er um bíleggingar fyri nógvar pengar.
? Tá ið arbeiðslívið steðgar upp í Danmark kastar tað beinanvegin skuggar í Føroyum. Mai er vanliga ein góður mánaði hjá hotellunum. Men tað er ikki nakað vit kunnu gera nakað við. Tað nýtist ikki at fáa avleiðingar fyri, hvussu restin av summrinum verður, uttan tað, at fólk hava valt at tikið av onkrum av teim bíligu tilboðunum, sum hava verið seinastu dagarnar at fara suðureftir í Europa. Tað kann vera, at fólk hava brúkt pengar har ístaðin fyri at koma til Føroyar seinni í summar. Men tað vita vit einki um enn. Henda tíðin plagar annars at geva ein ábending um, hvussu summarið fer at vera. Tí á páskum og heilidagarnar sita fólk og leggja summarfrítíðina til rættis, sigur Jóhan Restorff, stjóri á Hotel Hafnia.
Øking
Øll gistingarhúsini í Føroyum høvdu eina afturgongd í bíleggingum í fjør í mun til árið fyri. Gongdin er nú vend og stjórin á Hotel Hafnia væntar, at ein lítil framgongd verður.
? Í fjør øktist talið á gistingum líka til juli, men so minkaði tað líka til árslok. Tað sama mynstrið síggja vit aftur í ár. Ársúrslitið vísti eina afturgongd, ikki bara hjá okkum, men um alt landið. Broytingin í ár í mun til í fjør verður ikki minst, at flogførini fara at flúgva oftari í summar. Nógv, sum ringja fáa at vita, at flogførini eru full, og tí setast tey aftur. Í summar kunnu fløgførini flyta 48.000 fólk um tey eru full hvønn dag, og so stóran kapasitet hava vit ikki havt áður, sigur Jóhan Restorff.
Gistingarhúsfelagið hevði fund í fyrradagin, har millum annað ávirkanin av umtaluni, sum filmurin Barbara hevur fingið, varð umrødd.
? Umrøðan fer skjótt framvið. Fólk fara í biografin at hyggja at Barbaru-filminum, og tvær vikur seinni at Titanic. Tað sum liggur longur á og sum hevur givið størri umtalu eru viðurskiftini millum Føroyar og Danmark, serliga bankagølan. Tann umrøðan er alla tíðina í fjølmiðlunum, men um tað bara er henda umrøðan sum ger, at fleiri koma hendavegin, kunnu vit ikki siga. Fólk vilja royna nakað nýtt, ístaðin fyri at fara suðureftir at ferðast. Nógvir ferðasmiðir arbeiða við at fáa fólk til Føroyar, nógvir faldarar eru á marknaðnium og Ferðaráð Føroya ger eitt gott arbeiði. Nú er ikki neyðugt, at útlendingar leita eftir okkum, tí vit eru so mikið nógv frammi og royna at gera vart við okkum. Vanliga verður sagt, at tað tekur fimm ár, áðrenn stóra marknaðarføringin sæst aftur í øktum ferðafólkatali.
? Tað er sera týdningarmikið at ferðafólk fáa nøkur upplivilsir, tá ið tey koma henda vegin. Har er nógv hent til bata, vit hava fingið útbúnar ferðaleiðarar og nógv góð skipað tilboð og tiltøk, sum ger tað meiri spennandi at koma hendavegin, sigur Jóhan Restorff.
Afturvendandi
Summarmánaðirnir hava ógvuliga stóran týdning fyri hotell og gistingarhús í Føroyum. Galdandi fyri tey flestu telja summarmánaðirnir um helmingin av umsetingininum. Afturvendandi trupulleiki er kortini at fylla hotellið í juli og í ár er einki undantak. Tí er tað munandi bíligari at gista á Hotel Hafnia í juli enn í juni og august.
? Vit eru kortini í teirri støðu, at talið á bíleggingum er javnt alt árið, tí vit liggja í Havn. Ein orsøk til, at hotellini hava trupult við at fólk at gista í juli er, at kapasiteturin at flyta fólk til Føroya hevur verið ov lítil, tá fólk hava spurt. Tí hava tey givið upp. Nógv bíleggja nógva staðni í senn og leggja tí hald á ein stóran part alla staðni, og tá ið tey so gera av, hvagar tey fara, avlýsa tey fleiri staðni. Onnur orsøk er kanska, at summarfrítíðina rindar tú sjálvur fyri og ikki arbeiðsplássið, sigur Jóhan Restorff at enda í viðtali.
Ferðamannasummarið byrjar, tá ið Norrøna byrjar at sigla 23. mai.