kemur til alt - var minst á leið tað, sum vit vistu fór at henda. Tað gevur eitt heilt óvanligt sjálvsálit, sum kappingin líður, hjá ungum telvarum, at vinna, telva javnt - og gamaní onkuntíð tapa - ímóti [...] ikki nógv ár aftur - tá unglingar okkara ofta høvdu sera trupult yvirhøvur at fáa stig í skjáttuna, um teir hættaðu sær uttanlands at telva. Støðan er broytt ! Hjalti, Herborg, Høgni og Vagnur gera skarvslop [...] heili 280 telvarar. Onki sum helst at fýlast á. Skrivar Jógvan Joensen form. í Talvsamband Føroya á www.faroechess.com har eisini nógvar myndir og úrslit frá kappingini eru at síggja.
mamma. Lina Rafn hevur grátið gleðistár hvørja ferð Linda hevur megnað at tikið seg fram tónleikaliga. Men eingin hevur skrivað um, at hon í veruleikanum ikki er ein óroynd songkvinna, sum allir hinir lu [...] Johnny Logan og Blå Øjne. Leggja ikki í Hóast fleiri sokallaðir serfrøðingar halda, at tað er talan um beinleiðis svik, og um at halda sannleikan frá hyggjarunum, so eru hvørki Remee, Blachman ella DR leiðarin [...] Danskir miðlar sáa nú iva um sigurin hjá Lindu, tí nústani hava danir funnið útav, at Linda áður hevur havt eina karrieru sum songkvinna Tær seinastu vikurnar hava danskir og føroyskir miðlar skrivað síðu
javnan dyst, har Kyndil tó vísti størra yvirskotið og serliga í seinna hálvleiki vísti viljan at vinna so mikið, at tað munaði. Í fyrra hálvleiki var StÍF oftari frammanfyri, men slapp ongantíð avstað, tí Kyndil [...] væl aftur. Beinanvegin í seinna hálvleiki sást av álvara møguleikin fyri, at ársins fyrsti sigur kundi vera í nánd, tí eftir at hava verið eitt mál frammanfyri í steðginum, økti Kyndil munin upp í fimm [...] upp í seinna hálvleiki og komu tær upp á javnleik 23-23, tá bara 10 minuttir vóru eftir at spæla. Men tá var tað, at málverjin hjá Kyndli, Tomma Petersen, skoraði eitt tað mest avgerandi málið í dystinum
Klubba at vinna á billardveteraninum av øllum, Sonhard Johannessen. Jógvan fekk 474 eygu og Sonhard 462. Sonhard førdi meginpartin av dystinum men í teimum trimum seinastu umførunum megnaði Jógvan at taka [...] fyrstu ferð, at nýggja billardstjørnan hjá Havnar Klubba er komin so langt sum í eina FM finalu. Í løtuni spæla Sonhard og Steinbjørn um 3. plássið. Sonhard er sum er væl á odda. Tað vísir seg at vera stórur [...] hevur verið so høgt í metum leingi, so syrgja eftirkomarar Haldor Holms fyri, at spælið ikki doyr út. Og her er heldur ikki at gloyma Føroya Bjór, sum so trúliga nærum hvørt ár hevur sponsorerað billard
universitetinum í Kent í Suðuronglandi í desember mánaði. - Eg helt, at nú var so langt síðan síðst, og at tað hevði verið stuttligt at roynt meg á palli aftur. Eg havi ikki verið við í nakrari stórari verkætlan [...] skaldsøguna, snýr seg um vísundamannin, Henry Jekyll, ið setir sær fyri at skilja sundur tað góða og tað ónda í menniskjanum. Hann ger av at fremja royndina á seg sjálvan, men missir tó skjótt tamarhaldið, og [...] og verður í staðin umskapaður til tann ræðuliga Edward Hyde. - Tað er so gott at sleppa at spæla aftur. Mann fær so nógva góða barlast. Leikluturin hjá mær hevur so nógvar dimensiónir, her er tað reina
gjøgnum FARICE og Shefa-kaðalarnar. Karl Michaelsen roknar við, at tað fer at taka einar 14 dagar at skifta motorarnar um. - Tað verður neyðugt at seta nýggja motorin til, áðrenn tann gamli verður tikin niður [...] tað var neyðugt við stórum motori til at avísa parabolirnar, hvørja ferð kavi og ísur legðist á hesar. Annars fór sambandið. - Tað kravdist rættiliga stór effekt at avísa parabolirnar, og motorurin skuldi [...] for stórur til tørvin í dag. Og tá hann so eisini stendur fyri einari stórari umvæling, hava vit valt at skifta hann út við ein nýggjan og meiri passaligan motor, sigur Petur Meinhard Jacobsen, leiðari á
14 og var opin líka til mánakvøldið klokkan 20. Tá høvdu tilsamans 946 fólk nýtt høvið at støkka inn á gólvið at síggja listaverk eftir bæði kend og minni kend listafólk. Sum hini undanfarnu sjey árini [...] Somuleiðis var ein av gestunum so heppin at vinna ein málning eftir Hergerð Joensen í Havn. Tað var gesturin, ið fekk skránna við nummarinum 381. Lions Club Tórshavn sigur, at hepni gesturin hevur vitjað framsýningina [...] so fæst málningurin við at venda sær til Bent Jákup Hansen í Havn, sum hittist á fartelefon 216561. Enn hevur eingin gjørt vart við seg. Lions Club Tórshavn vil nýta høvið til at takka øllum, sum hava vitjað
yrkinar eftir Jakob Sande “fra leddingen”. Promotarin á Skarv Edmund S. Jacobsen sigur í skemti, at hetta er, sum at fáa ein góðan kalva á húkin, tí tað verður óivað fult hús. - Hanus er nakað fyri seg sjálvan [...] hevur sera stóran týdning fyri nógvar føroyingar. Vit vilja tí heita á gestir, um at koma í góðari tíð. Føroyingar eru vanir at koma í seinastu løtu, og tá køin er long, sleppa bert fá inn samstundis, sigur [...] strangliga bannað at roykja inni á Skarv. Stutt sagt, so verður konsertin avbrotin, um forboðið ikki verður hildið, sigur promotarin. - Vit seta tíksil ikki øskubekur fram hettar kvøldið og fara at lýsa við r
Lauritsen sigur, at hetta er fyrstu ferð, at Center Air skipar fyri slíkum kunningarfundi í Føroyum. Tiltakið er alment, og øll eru vælkomin. Tað verður í fyrsta lagi stjórin á skúlanum, sum fer at siga frá um [...] veruleikanum er at taka hesa útbúgving, eru eisini vælkomin at spyrja meg og kunna seg um, hvussu tað er taka eina flogskiparaútbúgving, sigur hann. Ungi skipanesmaðurin dylur ikki fyri, at útbúgvingin á [...] ógvuliga spennandi, men eisini ótrúliga hart og ?intenst?, sigur Jan Lauritsen, sum væntar, at útbúgvingin kemur at kosta honum einar 655.000 krónur, tá alt er íroknað.
Skála ikki mótið, men royndi at koma innaftur. Tað eydnaðist tó bara at fáa tað eina málið, tá eitt gott korter var eftir. Hetta málið fekk Fríðrún Danielsen, tá hon útnyttaði at málverjin og ein verjuspælari [...] eydnaðist teimum úr Gøtu og Leirvík at vinna við einum máli, hóast Skála kanska hevði fult so nógvar kjansir. Hóast Skála var omaná í fyrra hálvleiki, eydnaðist Heidi Sevdal at leggja Víking á odda 10 minuttir [...] minuttir fyri steðgin, tá hon fór sjálv ígjøgnum, rundaði fleiri og at enda eisini málverjan. Dysturin javnaði seg nakað eftir steðgin, men miðskeiðis í hálvleikinum økti Heidi Sevdal við einum sera góðum langskoti