X-Factor: Var alt svik?

Danskir miðlar sáa nú iva um sigurin hjá Lindu, tí nústani hava danir funnið útav, at Linda áður hevur havt eina karrieru sum songkvinna Tær seinastu vikurnar hava danskir og føroyskir miðlar skrivað síðu upp og síðu niður um Lindu Andrews. Um hennara vekt, hennara trupla hjúnarskilna, og hennara trupla gerandisdag sum støk mamma. Lina Rafn hevur grátið gleðistár hvørja ferð Linda hevur megnað at tikið seg fram tónleikaliga.

 

Men eingin hevur skrivað um, at hon í veruleikanum ikki er ein óroynd songkvinna, sum allir hinir luttakararnir í X-Factor allarhelst hava verið.

 

Í dag avdúka Ekstra Blaðið og B.T., at hon umframt hennara kendu fortíð sum kórsangari, eisini hevur havt eina fløguútgávu í 2008.

Hon hevur sungið kór fyri Carola, Johnny Logan og Blå Øjne.

 

Leggja ikki í

 

Hóast fleiri sokallaðir serfrøðingar halda, at tað er talan um beinleiðis svik, og um at halda sannleikan frá hyggjarunum, so eru hvørki Remee, Blachman ella DR leiðarin Jan Lundme serstakliga illir um støðuna.

 

-Tá tú stillar upp til X-Factor, skalt tú ikki hava ein aktuellan fløgusáttmála. Linda hevur skrivað undir uppá, at hon ikki hevur ein fløgusáttmála. Um hon hevur havt tað áður er fyri so vítt líka mikið, sigur Lundme við Ekstra Blaðið.

 

 

-Eg kenni ikki lógirnar og vil helst ikki hugsa um hvat er etiskt rætt. Tað er nógvar hendingar, ið hava verið heldur skeivar. Tað kundi eg skrivað eina heila bók um, sigur Remee

-Tað var eg ikki greiður yvir, sigur Blachman, tá hann fær upplýsingarnar um fortíðina hjá Lindu.

- Eg leiti vanligt heldur ikki eftir slíkum fløgum, sigur hann og staðfestir, at hann ikki leggur í.