Víkingur á bronsuplássi

Við sigri á Skála er Víkingur framvegis á triðja plássi, og EB/Streymur fekk ikki vunnið seg úr botninum, men fekk javnt ímóti B68/NSÍ

Kappingin hjá kvinnunum koyrir líkasum í trimum, har AB og KÍ eru fremst, meðan Víkingur og Skála stríðast um bronsuplássið og botnstríðið stendur millum B68/NSÍ og EB/Streym. Sunnudagin vóru dystirnir allir millum pørini, ið sostatt fylgjast á stigatalvuni.

Á Skála vitjaði Víkingur, og har eydnaðist teimum úr Gøtu og Leirvík at vinna við einum máli, hóast Skála kanska hevði fult so nógvar kjansir. Hóast Skála var omaná í fyrra hálvleiki, eydnaðist Heidi Sevdal at leggja Víking á odda 10 minuttir fyri steðgin, tá hon fór sjálv ígjøgnum, rundaði fleiri og at enda eisini málverjan.

Dysturin javnaði seg nakað eftir steðgin, men miðskeiðis í hálvleikinum økti Heidi Sevdal við einum sera góðum langskoti úr einum 30 metrum – enntá ímóti tí vindinum, sum tá var.

Hóast aftanfyri við tveimum málum, misti Skála ikki mótið, men royndi at koma innaftur. Tað eydnaðist tó bara at fáa tað eina málið, tá eitt gott korter var eftir. Hetta málið fekk Fríðrún Danielsen, tá hon útnyttaði at málverjin og ein verjuspælari hjá Víkingi rendu saman, so bólturin lá leysur.

 

Javnt botnstríð

Í dystinum millum B68/NSÍ og EB/Streym komu bara tvey mál, hóast liðini høvdu nakrar kjansir í part. Liðini eru nokk so jøvn, og at hesin dysturin endaði við javnleiki, var væl í tráð við dystargongdina.

Unn Hansen legði B68/NSÍ á odda, tá eitt korter var farið, við einum beinleiðis frísparki úr langari frástøðu, men mitt í seinna hálvleiki eydnaðist Rudi Zachariasen at javna fyri EB/Streym, tá hon átti síðsta fótin á eftir eitt nokk so væl spælt álop fram eftir miðásini.