Í kvøld og í annaðkvøld skipar Center Air, sum er flúgviskúli í Roskilde, fyri kunningartiltaki um útbúgvingina. Fyrra tiltakið verður í Miðlahúsinum í Vágsbotni í kvøld klokkan 19.30 Í løtuni ganga tríggir føroyingar á Center Air í Roskilde.
Á kunningarferðini í Føroyum er stjórin á skúlanum, Anne Kjær Thorsøe, og saman við henni skipanesmaðurin, Jan Lauritsen, sum gongur á skúlanum og væntandi verður liðugur við sína útbúgving í november í ár.
Hinir føroyingar, sum taka flogskiparaútbúgving hjá Center Air, eru Tommy Andreasen úr Nólsoy og Arni Højgaard av Toftum.
Fyrra kunningartiltakið av tveimum verður í Miðlahúsinum í kvøld klokkan 19.30, og hitt seinna verður í hølunum hjá Atlantsflogi í Sørvági í annaðkvøld klokkan 19.30.
Jan Lauritsen sigur, at hetta er fyrstu ferð, at Center Air skipar fyri slíkum kunningarfundi í Føroyum. Tiltakið er alment, og øll eru vælkomin. Tað verður í fyrsta lagi stjórin á skúlanum, sum fer at siga frá um útbúgvingina.
- Fólk, sum vilja hava kunning um, hvussu tað í veruleikanum er at taka hesa útbúgving, eru eisini vælkomin at spyrja meg og kunna seg um, hvussu tað er taka eina flogskiparaútbúgving, sigur hann.
Ungi skipanesmaðurin dylur ikki fyri, at útbúgvingin á Center Air er rættiliga strævin og krevjandi - ikki minst, tá tú ikki hevur eina miðnámsskúlaútbúgving frammanundan, men útbúgvingin er ikki ómøgulig.
- Tað eru serliga roknifakini, sum eru strævin, men við áhaldni og nærlagdi kemur tú ígjøgnum tey, leggur hann aftrat.
- Jú, hetta hevur verið ógvuliga spennandi, men eisini ótrúliga hart og ?intenst?, sigur Jan Lauritsen, sum væntar, at útbúgvingin kemur at kosta honum einar 655.000 krónur, tá alt er íroknað.