Tónleikur
Á skránni hjá hjá Hanusi verður blandaður tónleikur, m.a. av teimum trimum fløgunum Gaman og Álvara, Boquet og á norskum av nýggju fløguni við løgum til yrkinar eftir Jakob Sande “fra leddingen”.
Promotarin á Skarv Edmund S. Jacobsen sigur í skemti, at hetta er, sum at fáa ein góðan kalva á húkin, tí tað verður óivað fult hús.
- Hanus er nakað fyri seg sjálvan og hevur sera stóran týdning fyri nógvar føroyingar. Vit vilja tí heita á gestir, um at koma í góðari tíð. Føroyingar eru vanir at koma í seinastu løtu, og tá køin er long, sleppa bert fá inn samstundis, sigur Edmund
Ongin royking undir konsertini
- Meðan konsertin er og í steðginum er strangliga bannað at roykja inni á Skarv.
Stutt sagt, so verður konsertin avbrotin, um forboðið ikki verður hildið, sigur promotarin.
- Vit seta tíksil ikki øskubekur fram hettar kvøldið og fara at lýsa við roykiforboðnum við skeltum inni á Skarv. Vit kunna troysta kundan við, at tað í mesta lagi, eru fimm metrarr út í tún at roykja. Skarv hevur lítla fríhædd millum gólv og loft. Tá so fult hús er, kann ein væl skilja tey, ið ikki roykja og tónleikarir, sum ikki tola roykin, sigur Edmund.
- Sjálvt um Skarv hevur ventilatónsannlegg, so maktar tað ikki meira enn eitt ávíst. 15. august í ár kemur so permanent roykiforboð á Skarv, tí lógin krevur tað tá. Enn hevur Skarv ikki tikið støðu til um roykikabina verður innstallera.
Konsertin við Hanus G. Johansen varðar í góðar 2 tímar og byrjar um miðnáttarleitið.
Dyrnar lata upp kl. 22.