Skifta neyðaggregat á Húsareyni

Stóra neyðaggregatið hjá Føroya Tele á Húsareyni verður í hesum døgum skift út við ein nýtt og minni aggregat

FT Net skiftir í hesum døgum 20 ára gamla neyðmotorin á Húsareyni út.

- Motorurin er fyri tað fyrsta nógv for stórur til tørvin í dag. Og tá hann so eisini stendur fyri einari stórari umvæling, hava vit valt at skifta hann út við ein nýggjan og meiri passaligan motor, sigur Petur Meinhard Jacobsen, leiðari á FT Net.

Hetta verður eisini gjørt sum ein liður í dagføringini av allari útgerðini á Húsareyni.

Hesin motorurin varð settur upp í 1987, tá beinleiðis sambandið við útlandið til serliga sjónvarp fekst í lag, og tað var neyðugt við stórum motori til at avísa parabolirnar, hvørja ferð kavi og ísur legðist á hesar. Annars fór sambandið.

- Tað kravdist rættiliga stór effekt at avísa parabolirnar, og motorurin skuldi dríva eitt 200 kW stórt hitalikam til avísingina, sigur Karl Michaelsen, maskinstjóri hjá Føroya Tele.

Í dag koma flestu signalini umvegis fipurkaðalar gjøgnum FARICE og Shefa-kaðalarnar.

Karl Michaelsen roknar við, at tað fer at taka einar 14 dagar at skifta motorarnar um.

- Tað verður neyðugt at seta nýggja motorin til, áðrenn tann gamli verður tikin niður. Men hann er longu íbundin sterka taljuskipan, og vit skulu bara íbinda ein kápil, so er hann klárur. Og tað verður skjótt og lætt at seta hann upp á pláss, tá hin gamli er tikin niður, sigur Karl Michaelsen.

Gamli neyðmotorurin var 750 hestar stórur, meðan tann nýggi bert er 150 hestar.

Tað er El-Talvuvirkið í Gøtu, sum hevur latið nýggja motorin til FT-Net.