Tíðindaskriv
Framsýningin í Müllers Pakkhúsið læt upp ólavsøkuaftan klokkan 14 og var opin líka til mánakvøldið klokkan 20. Tá høvdu tilsamans 946 fólk nýtt høvið at støkka inn á gólvið at síggja listaverk eftir bæði kend og minni kend listafólk.
Sum hini undanfarnu sjey árini, var talan um eina søluframsýning, og mong vóru tey, ið valdu sær eitt listaverk burtur úr rúgvuni, tí ikki færri enn 36 av teimum umleið 140 listaverkunum á framsýningini blivu seld.
Sjónleikarhúsið fær ágóðan
Nú verður so gjørt upp, hvussu nógv listaframsýningin á ólavsøku hevur kastað av sær. Tá neyðugu útreiðslurnar eru drignar frá, fer allur ágóðin av bæði atgongumerkjasølu og sølu av listaverkum til vælgerandi endamál.
Hesa ferð hevur Lions Club Tórshavn gjørt av, at ágóðin skal fara til Havnar Sjónleikarfelag, sum skal keypa kaféborð, -stólar, videokanón og lørifti til Sjónleikarhúsið í Havn, sum í dagtímunum verður nógv brúkt til skeið, fundir, ráðstevnur og annað.
Ólavsøkugestur vann málning
Somuleiðis var ein av gestunum so heppin at vinna ein málning eftir Hergerð Joensen í Havn. Tað var gesturin, ið fekk skránna við nummarinum 381. Lions Club Tórshavn sigur, at hepni gesturin hevur vitjað framsýningina millum klokkan 16 og 18 ólavsøkudag.
Enn hevur vinnarin ikki gjørt vart við seg, men situr onkur við røttu skránni, so fæst málningurin við at venda sær til Bent Jákup Hansen í Havn, sum hittist á fartelefon 216561. Enn hevur eingin gjørt vart við seg.
Lions Club Tórshavn vil nýta høvið til at takka øllum, sum hava vitjað framsýningina, sýnt síni listaverk fram, keypt listaverk og annars verið við til enn eina ferð at gjørt framsýningina til eitt gott tiltak.