Heili 10 føroyingar luttóku í siðvandu talvkappingini - tí avgjørt størstu opnu kappingini í Norðurlendskum høpi - Politiken Cup 2008 í døgunum 19. - 27. juli í Helsingør. 280 telvarar sessaðust dagliga við talvborðini. Av tí sama gerst kappingin nakað heilt serligt. Heimselita, komandi stjørnur og teir sum kanska júst eru byrjaðir at telva luttaka á jøvnum føti.
Ikki óvæntað vórðu tað, tær yngru kreftirnar, sum gjørdu ein rættiligan vørr í kappingini. Herborg, Hjalti, Rógvi, Høgni og Vagnur hevja seg væl framum tað, sum á pappírinum var væntandi, men sum - tá alt kemur til alt - var minst á leið tað, sum vit vistu fór at henda. Tað gevur eitt heilt óvanligt sjálvsálit, sum kappingin líður, hjá ungum telvarum, at vinna, telva javnt - og gamaní onkuntíð tapa - ímóti telvarum sum eru fleiri 100 ratingstig hægri enn ein sjálvur. Tað ber til ! Tað var so dyggiliga staðfest. Og meir enn tað ! Frálíkt !
Tað vóru tíðir - í veruleikanum ikki nógv ár aftur - tá unglingar okkara ofta høvdu sera trupult yvirhøvur at fáa stig í skjáttuna, um teir hættaðu sær uttanlands at telva. Støðan er broytt !
Hjalti, Herborg, Høgni og Vagnur gera skarvslop á ratingstiganum. Og tað tódnar ímillum feðgarnar í kappingini - løtan sýnist nærkast alsamt, at styrkitølini skarast. - Lívsins gongd.
Samlaða niðurstøðan er sera greið. Politiken Cup 2008 eydnaðist samanumtikið sera væl. Ófatuligt hvussu væl fyriskipað varð, ikki minst tá hugsað verður um luttakaratalið uppá heili 280 telvarar. Onki sum helst at fýlast á.
Skrivar Jógvan Joensen form. í Talvsamband Føroya á www.faroechess.com har eisini nógvar myndir og úrslit frá kappingini eru at síggja.