rokk konsert í Föroyum nakrantíð. Tað var ikki nógv fólk á sandinum klokkan 20:50, tá Serena Maneesh byrjaðu, men tey röttu fólkini vóru har. G!festivalurin er jú eisini fyri fólk, sum dámar heilt serligan [...] vanligur noise rokkur. Faktiskt hevur tann tónleikurin havt eitt sindur av ávirkan á föroyskan tónleik og kanska G!festivalin við, tí tað er sera nær í slekt við tað, sum hálvföroyski bólkurin Glorybox spældi [...] serligan tónleik. Tónleikurin hjá Serena Maneesh ljóðar fremmandur í oyrunum á mongum, men fyri tann, sum kennist við Velvet Underground, Sonic Youth og My Bloody Vanlentine og tílíkt, er tað rímiliga vanligur
Polkaholix fingu rættiligt lív í á Götusandi. Kl. 1 fóru týsku Polkaholix á pallin. At byrja við vóru fá, sum lurtaðu, men táið fólk uppdagaðu, hvat gekk fyri seg niðri á sandinum, fyltist skjótt. Polkaholix [...] sum nógv sögdu fór at vera minniligasta konsertin á G! 2007. Oddur á Lakjuni [...] av yvir á áhoyrarnar. Allur sandurin dansaði til týsktmæltar sangir um blóðpylsu og kebab. Tað, sum eingin kendi áðrenn, bleiv til eina dansiveitslu av tí aðru verð. Í 70 minuttir hildu teir á við tí,
G! Meinhard Jensen Í sólskini byrjaði live-parturin av G!Festivalinum 2007 við Kára Sverrison. “So kom várið.” Tað vóru fyrst sungnu orðini á G!Festivalinum í ár. Kári Sverrisson sang 12 sangir á spæl [...] spæliplássinum, sum er ein nakað minni pallur, enn tann á sandinum. Sólin skein inn á pallin alla konsertina, og saman við framúr góða tónleikinum gav tað eina góða kenslu av, at hetta verður eitt gott vikuskifti [...] tríggir eru ikki útgivnir, so tað var nýtt tilfar. Tá konsertin var komin væl í helvt, kom Jens Thomsen á pallin og spældi undir ein sang. Tað var sangurin “Fjøllini standa úti”, sum Jóanes Nielsen hevur skrivað
G! Petur Háberg petur@sosialurin.fo Grundin er tann nýggi pallurin á G! Ætlanin er at nýta hann sum eitt uttandura diskotek og ein singer/songwriter-pall. Jensina fekk heiðurin at vera tann fyrsta, ið [...] singer/songwriter kappingina, sum Hafnia árliga skipar fyri. Hon syngur væl og spælir hegnisliga upp á gittar. Ein hugnalig og væleydnað framførsla, hóast tekniskar trupulleikar.
Háberg petur@sosialurin.fo Hóast konsertin á sandinum í gjárkvøldi kanska ikki var tann besta, Gestir hava spælt, so hildu fólk, at teir vóru væl betri enn á G! í fjør. Hesuferð spældu teir bæði nýggjar [...] og sera stóra – pallin. Ljóðið var gott, og tað riggaði væl at hoyra Gestir í stóra ljóðanlegginum á sandinum. Í byrjanini vóru ikki so nógv fólk, men sum frá leið legðist til, og fólk vóru sum heild nøgd
navnið á Spæliplássinum á G! festivalinum í gjárkvøldið var Gunnar Guttesen, sum tók yvir eftir Kára Sverrison. Afturat sær hevði Gunnar Guttesen Kristoffur Mørkøre á bass og Brandur Jacobsen á trummum [...] einstaklingur. Hetta hevur hilnast ótrúliga væl. At byrja við, tá ið Gunnar við manning fór á pall, var ljóðið á Spæliplássinum einki serligt. Hetta batnaði tó munandi, sum framførslan leið. Brandur og [...] Kristoffur leggja eina sera fasta (tighta) grund, sum ger tað møguligt hjá Gunnari at brilliera á ljómborðinum. Tónleikurin er eitt sindur sveimandi og hevur eitt stórt ljóð, hóast teir einans eru tríggir
laksa- og sølutorgi í Runavík við fjølbroyttari skrá, sum hóast G-festival nakrar kilometrar longur norðuri, hevur havt góða vitjan í góðveðrinum Á sølutorginum er nógv spennandi at vitja allan dagin. Eisini [...] umframt at høvi er at keypa ymisk sløg av feskum fiski. Á torginum er kafé, fiskibrunnur, hoppiborgir, andlitsmáling, plantumarknaður og nógv annað á skránni. Lokala fótbóltsstjørnan, Jens Martin Knudsen [...] Knudsen, stóð í mál, tá NSÍ skipaði fyri brotsparkskapping. Seinasta tiltakið á skránni er Kvonn, sum spælir fólkatónleik. Tað eru Kunningarstovan í Runavík og Runavíkar kommuna, ið hava skipað fyri torginum
Fólk kappaðust aftan á konsertina hjá Natashu um at finna røttu lýsingarorðini fram. Vit eru ikki von við so góðan popp í Føroyum. Bólkurin spældi ótrúliga væl, og ljóðið kom út líka pent og pussað og [...] enn vit høvdu roknað við. Onki glansbílæt og slettis ikki so yvirflatusligt, sum atfinningarsamir G!menn høvdu vónað. Natasha vann øll. Serliga børnini og tey sera ungu, men eisini øll hini. Balladurnar
Eitt av teimum føroysku nøvnunum á ársins G!-festivali var Budam, sum hugtók fólk við sínum serliga heimi av einglum, devlum og øðrum løgnum verum Spæliplássið í Syðrugøtu plagar at hýsa teimum meira intimu