Serena Maneesh klökkaðu

Serena Maneesh góvu helst fyrstu ektaðu noise rokk konsert í Föroyum nakrantíð.


Tað var ikki nógv fólk á sandinum klokkan 20:50, tá Serena Maneesh byrjaðu, men tey röttu fólkini vóru har. G!festivalurin er jú eisini fyri fólk, sum dámar heilt serligan tónleik.

 

Tónleikurin hjá Serena Maneesh ljóðar fremmandur í oyrunum á mongum, men fyri tann, sum kennist við Velvet Underground, Sonic Youth og My Bloody Vanlentine og tílíkt, er tað rímiliga vanligur noise rokkur.

 

Faktiskt hevur tann tónleikurin havt eitt sindur av ávirkan á föroyskan tónleik og kanska G!festivalin við, tí tað er sera nær í slekt við tað, sum hálvföroyski bólkurin Glorybox spældi.

 

Glorybox mundi vera fyrsta útlendska navnið, sum Grót fekk til Föroya. Fyri at tað ikki skal vera lygn, so spældi Jan Johansen, hövuðsheilin í Glorybox og maður sangarinnuna, slagverk við Serena Maneesh eina lötu.

 

Fyri áhoyraran, sum ikki kennir sangirnar, er tað ein stórur spurningur, um tey spældu ein ella tríggjar ella sjey sangir, tí tað ljóðaði alt sum eitt langt djamm.

 

Tey, sum stóðu fremst, fingu mest burturúr, tí har mötir tú brimlíknandi ljóðmúrinum, sum tey ikki bara byggja, men eisini kroysta ímóti lurtaranum, og tað kennist, sum at tú fært hug at bakka. Men allíkavæl verður tónleikurin verandi uppi á pallinum, fert tú ikki upp eftir honum.

 

Tey geva eina kenslu av, at tey spæla fyri sær sjálvum. Og soleiðis skal tað vera við noiserokki. Endin var stuttligur. Sangarin bað okkum njóta Natashu. Hann ljóðaði ikki, sum at hann meinti tað.

 

Meinhard Jensen