Ein virðislønt rødd á Bókadagar

Á skránni til ársins Bókadagar er eitt stórfingið úrval av føroyskum høvundum og bókmentum.

Millum spennandi nøvnini er vinnarin av Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2025, Vónbjørt Vang, sum sigur frá um yrkingasavnið Svørt orkidé 15. novembur kl. 16 í Norðurlandahúsinum.

Ein samrøða um sorg, mál og undirverðina

Í Svørt orkidé rannsakar Vónbjørt Vang sorgina og stúranina hjá einari mammu fyri barni sínum, ið spakuliga trekkir seg - og møguliga er á veg út av eggini. Myndburðurin um svørtu orkidéina gongur aftur sum ein reyður tráður gjøgnum alt yrkingasavnið, har jørð og urtagarðsrøkt gerast myndir fyri bæði terapi og myrkur.

Á tiltakinum fer Vónbjørt at lesa upp úr bókini og fer síðani í samrøðu við Guðrun í Jákupsstovu (ph.d.) at tosa um temað í verkinum og um tilgongdina at skriva.

Guðrun er adjunktur í bókmentum á Fróðskaparsetri Føroya og hevur síðani 2020 verið limur í tilmælisnevnd Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins.

Vónbjørt Vang (1974) er rithøvundur, yrkjari og bókavørður. Svørt orkidé (2023) er hennara triðja yrkingasavn aftaná Millumlendingar (2011) og Djúpini (2017). Vónbjørt hevur eisini skrivað ritroyndarsavnið Úr loggbókinum (2023). 

Tiltakið er ókeypis.