Peppað polkaparty

Polkaholix spældu eina frálíka og lívliga kosert, sum fekk lív í fólkið á sandinum

UMMÆLI

 

Aftaná at Natasha Bedingfield hevði framført, sluppu tey flestu sær aðrastani at hugna sær; og táið týsku Polkaholix byrjaðu at spæla, var mest sum manntómt á sandinum. Men táið fólk uppdagaðu, hvat gekk fyri seg har niðri, kom alt rennandi. Og skjótt var ein stór, dansandi mannfjøld frammanfyri pallin.

 

Í 2001 funnu átta garvaðir polkatónleikarar úr Berlin saman og stovnaðu bólkin Polkaholix. Teir hava síðani spælt fleiri hundrað konsertir ymsastaðni í Evropa, og nú var túrurin komin til Gøtu.

 

Teir spældu polkatónleik við fullari ferð. Onkuntíð skiftu teir knappliga yvir í feitan rokktónleik, við síðani at hoppa avstað aftur í pumpandi polka. Miðaldrandi berlinarnir gjørdu hetta leikandi lætt; teir spældu púra tight allan vegin.

 

Upp í tónleikin blanda teir rokk, ska, jødiskt klezmer og fólkatónleik av Balkan, sum alt verður bundið at polkataktini.

 

Jákup Weihe, sum presenteraði Polkaholix, segði, at teir klára at framføra einhvønn sang í polkastíli. Tónleikurin er bygdur rundan um kendar og góðar gamlar sangir, sum verða, sum teir sjálvir siga, tvingsilsforpolkaðir.

 

Og tað var stuttligt at hoyra "Das Model" hjá Kraftwerk í superskjótari eitt-tvey takt.

Eisini vóru teir stuttligir í sanginum "Polka Kebab", sum knappliga skifti yvir í funkuta "Get Up" hjá James Brown, men við orðinum "kebab" ístaðin fyri "get up".

 

Útrykkið hekk væl saman. Ikki bara spældu teir polka, teir sóðu eisini út sum polka. Og teir lótu tað ongantíð vera dult, at meiningin var, at alt skuldi forpolkast. Setningar sum "We're on a mission of polka!" og "No polka, no fun!" vóru geylaðir út á hálvbrotnum enskum, sum um teir vildu sannføra áhoyrarnar um, at ikki bara einhvør sangur, men at eisini alt annað skuldi polkast til.

 

Og fólk tyktust at verða sannførd. Øgiliga orkan smittaði av yvir á áhoyrarnar, og allur sandurin dansaði til týsktmæltar sangir um blóðpylsu, øl og kebab. Tað, sum eingin kendi áðrenn, bleiv til eina dansiveitslu av tí aðru verð.

 

Í 70 minuttir hildu teir á við tí, sum nógv søgdu fór at vera minniligasta konsertin á G! 2007.