G!
Petur Háberg
petur@sosialurin.fo
Grundin er tann nýggi pallurin á G! Ætlanin er at nýta hann sum eitt uttandura diskotek og ein singer/songwriter-pall.
Jensina fekk heiðurin at vera tann fyrsta, ið hevur framført í Grundini. Og tí kom hon eisini sera væl frá.
Sjálvt um tað ikki átti at borið til, so byrjaði Jensina 20 minuttir ov seint vegna tekniskar trupulleikar. Eitt sindur vánaligt av ljóðfólkunum, haldi eg. Men Jensina dugdi væl og prátaði við fólkið.
Saman við systrini Onnu Mariu Olsen, ið sang aftanfyri, spældi hon egnar sangir. Jensina virkaði trygg og sá út til at njóta tað. Stílurin er rættur sangskrivarastílur, og tað er ikki av tilvild, at hon vann seinastu singer/songwriter kappingina, sum Hafnia árliga skipar fyri.
Hon syngur væl og spælir hegnisliga upp á gittar. Ein hugnalig og væleydnað framførsla, hóast tekniskar trupulleikar.










