Petur Háberg
petur@sosialurin.fo
Hóast konsertin á sandinum í gjárkvøldi kanska ikki var tann besta, Gestir hava spælt, so hildu fólk, at teir vóru væl betri enn á G! í fjør. Hesuferð spældu teir bæði nýggjar sangir og eisini tilfar av fløguni “Burtur frá toftunum”.
Gestir glógvaðu
Nýggju sangirnir vóru eitt sindur meira popputir; og eisini hava Gestir fingið eitt elekroniskt element við í tónleikin, sum riggaði sera væl.
Løturnar, tá ið teir løgdu nógva orku í, og tónleikurin rættiliga eksploderaði, vóru løturnar, tá ið Gestir rættiliga glógvaðu. Annars tyktist tað kanska, sum teir til tíðir høvdu ilt við at røkka út um tann nýggja – og sera stóra – pallin.
Ljóðið var gott, og tað riggaði væl at hoyra Gestir í stóra ljóðanlegginum á sandinum.
Í byrjanini vóru ikki so nógv fólk, men sum frá leið legðist til, og fólk vóru sum heild nøgd við konsertina.










