Fólk kappaðust aftan á konsertina hjá Natashu um at finna røttu lýsingarorðini fram.
Vit eru ikki von við so góðan popp í Føroyum. Bólkurin spældi ótrúliga væl, og ljóðið kom út líka pent og pussað og dynamiskt sum í útvarpinum.
Gittar, trummur, bass, keyboard og tvær sangarinnur, og nógv vanligari at hyggja at, enn vit høvdu roknað við. Onki glansbílæt og slettis ikki so yvirflatusligt, sum atfinningarsamir G!menn høvdu vónað.
Natasha vann øll. Serliga børnini og tey sera ungu, men eisini øll hini. Balladurnar vóru góðar, og tá kom sangurin best til sín rætt, men tá tann ordiligi pumpandi poppurin fór í gongd, fór alt at hoppa og dansa og syngja.
I Love You sangurin mundi vera best, og heilt erliga gjørdist hann ikki verri av tí, at hon sá út til at hava eitt sera stórt hjarta. Fantastisk poppkonsert!









