G!
Spæliplássið í Syðrugøtu plagar at hýsa teimu meira intimu konsertunum.
Staðið var eisini væl valt til ta fangandi framførsluna hjá Búa Dam ella bólkinum, Budam, fríggjakvøldið, tí her vórðu vit leidd inn í ein annan heim. Men har so mikið nógv fólk, at konsertin saktans kundi verið á sandinum.
Síðani Búi Dam fyri nøkrum mánaðum síðani gav sína fløgu út, hava hann og bólkurin spælt rættiliga fitt av konsertum, og tað er týðiligt, at Búa bæði dámar og dugir væl at framføra.
Við sínum serliga søgusigarastíli hevur hann fjøldina í sínum lógva og kann næstan billa fólki tað inn, honum lystir. Fólk vilja hava søgur, og við sínum dárandi og dreymakendu alheimum, veitst tú ikki av fyrr enn tú bergtikin stendur og lurtar eftir hesum søgunum um djevlar, einglar og aðrar verur.
Tað sermerkta við framførsluni hjá Budam er, at á ein hátt heldur tú, at tú hevur hoyrt alt hetta fyrr. Her eru bæði melodiski Leonard Cohen, ein farri av dramatikkinum hjá Regini Dahl og myndaviðgerðin hjá Hitchcock at hóma, samstundis, sum tú ikki ánar, hvat fer at henda í næsta ørindi. Orsøkin er helst, at søgurnar tykjast so frumkendar og alheimsligar, at sangirnir verða mytologiskir, og tað ger teir ikki minni spennandi.
Góð manning
Sum heild hevur Búi verið sera heppin, tá hann hevur sett bólkin saman. Budam var hetta kvøldið mannaður av heili fimm kvinnum og fimm monnum, og tað ljóðaði sera væl. Kórgenturnar gjørdu eitt valaarbeiði, og framførslan hevði uttan iva verið nógv fátækari uttan teir báðar, Magnus og Kim, á tangentum – tað veri seg á harmoniku, pumpiurgu og øðrum ljóðførum. Og so var bassleikarin, Mikael, dyggur sum altíð.
Búi Dam hevur við hesum nýggja konseptinum vunnið sær eina serstøðu sum eitt heilt serligt innslag í føroyska tónleikaverðini. Hóast røddin viðhvørt er eitt sindur hvøss, so er hon so mikið rá, sannførandi og dragandi, at hetta tykist at rigga væl inn í tónleik og tekst.
Hetta sást ikki minst í tí síðsta valsinum, bólkurin spældi, har fólk funnu saman tvey og tvey og dansaðu.
Uttan iva ein av teimum frægaru konsertunum hetta summarið, ið eisini var við til at staðfesta G! sum ein djarvan og dygdarsøkjandi festival.
MYNDATEKSTUR










