Gunnar sveimaði

Annað navnið á G! í ár var ein av okkara dugnaligastu klaverspælarum, Gunnar Guttesen


Petur Háberg

petur@sosialurin.fo



Annað navnið á Spæliplássinum á G! festivalinum í gjárkvøldið var Gunnar Guttesen, sum tók yvir eftir Kára Sverrison. Afturat sær hevði Gunnar Guttesen Kristoffur Mørkøre á bass og Brandur Jacobsen á trummum.


Tríggir úrmælingar

Gunnar hevur í nógv ár verið mettur sum ein av okkara dugnaligastu klaverspælarum. Hann hevur mest spælt fyri onnur, men fyri eini tíð síðani traðkaði hann fram sum einstaklingur. Hetta hevur hilnast ótrúliga væl.

At byrja við, tá ið Gunnar við manning fór á pall, var ljóðið á Spæliplássinum einki serligt. Hetta batnaði tó munandi, sum framførslan leið.

Brandur og Kristoffur leggja eina sera fasta (tighta) grund, sum ger tað møguligt hjá Gunnari at brilliera á ljómborðinum. Tónleikurin er eitt sindur sveimandi og hevur eitt stórt ljóð, hóast teir einans eru tríggir. Og tað var meiri enn eina ferð, at tankarnir leitaðu til bólkin Muse.

Allir tríggir eru úrmælingar á sínum øki, men tað tóktist eitt sindur sum um, at teir ikki heilt vóru nóg væl samanspældir, og ikki vóru heilt tryggir við, nær tey ymsu skiftini skuldu fara fram.

Gunnar hevur evni sum fáur, og at kalla hann eitt tónlistarligt flogvit er ikki at gera av.