men lat tað vera okkum ein íbirtari til ikki at setast hendur í favn, men at halda áfram og greiða tey mongu týdningarmiklu málini, sum krevja skilagóðar loysnir. Og til hetta arbeiðið hava vit brúk fyri [...] møguligari oljuvinnuni, fara í. Grunnurin skal millum annað nýtast til at standa ímóti við í verri tíðum, til at gjalda niður almenna skuld og til at fíggja gransking. Gransking er eisini eitt øki, vit í sambandi [...] tíð í fjør. Fólkatalið vaks nógv frá 1997 til 2002, men í fjør var afturgongd. Tá fluttu 422 fólk fleiri av landinum enn til landið. Fólkatalið minkaði tó ikki meira enn 127 fólk, tí burðaravlopið er stórt
bussinum ella tá eg eri til handils. Men so er tað eisini løgið at koma aftur til Føroya, tí valla eri eg komin á flogvøllin, áðrenn eg hoyri børn siga: Áhhh, hygg!! Angela!! Og so má eg minnast til at heilsa [...] - Eg eri smæðin. Men tá eg komi í føðingardagar til dømis, so vænta fólk sær unidrhald, hóast eg helst bert vil lurta og ikki vera so nógv frammi. Har fara fólk helst skeiv av mær. Sjálv síggi eg hetta [...] tann dag eg kenni, at vit ikki hava meira at geva, so gevist eg beinanvegin, staðfestir Angela. - Øll frítíðin fer til at hugsa um hvat kann nýtast á palli ella í sjónvarpi. Nógv tíð fer til at leggja
Hetta skal tó ikki skiljast sum um, at eg eri ónøgdur við hjálparfólkini, sum arbeiða á dagstovnum kring landi, als ikki. Men ofta hava hesi søkt inn á pedagogútbúgvingina og eru ikki sloppin. Ætlanin [...] at fleiri námsfrøðingar verða útbúnir til næsta ár. Men Jarvin metir ikki, at beinleiðis skúlagongd skal vera á barnagarði. - Men undir núverandi støðu haldi eg ikki, at vit skulu hava eina skipaða skúlagongd [...] febraur-mánað í tí árinum, sum tey skulu í skúla. Tá varð spurningur settur við, hví mann ikki innskrivar børnini eitt ár áðrenn skúlabyrjan og ásetir læraran eisini. Og um tað eru børn, við serligum tørvi
við lívi í aftur. Eg dugi ikki at síggja, hví tjørnin skal gerast til børn. Tað eru tjarnir og vøtn ikki gjørd til aðrastaðni. Vit skulu heldur gera tað onkra aðrastaðni til børnini. Og skal eisini uppslag [...] at liggja undir, tá nógvur vindur er á tjørnini. So eg og fleiri við mær meina, at tað er burturspilt arbeiði. Fyri tað fyrsta, so kemur sandurin ikki at liggja, tí er pálandsvindur á vatninum, so veit [...] burturvið, at hugsa um sovorðið. Tí tjørnin verður oyðiløgd. So koma vit til sílini, tey skulu út aftur í tjørnina. Men eitt veit eg, at kemur sandurin sum tað verður tosað um so hava hvørki síl ella villdunnur
lóg. Vit mugu minnast til, at tað er eitt viðbrekið evni vit tosa um, og eg hugsi ikki um moral ella etik, men um børnini! Børnini verða tey, ið tað svíður harðast hjá. Eg hugsi ikki, at tá talan er um felags [...] men tað geri eg als ikki. Tað eru tey, ið eru somikið at sær komin, at tey hugsa um børnini og seta sína øvund og sítt hatur til viks fyri at síggja smílið hjá barninum. Eg hugsi um tey børnini, ið veruliga [...] tunum, ið fara til mammuna) Ber eitt til, so ber eisini annað til! Børnini verða so ikki spurd óansæð, og tá vit fara niður á botn og skava, so er tað júst tey, ið tað snýr seg um, ikki so?
um í hesum føri og ikki vanligt rúsdrekka, sum undir skipaðum viðurskiftum er loyvt at selja í Føroyum. Hinvegin leggur ætlanin eisini upp til, at misnýtsla ikki fer fram við rúsdrekka, og eisini í hesum [...] Føroyar. Finnur helt hinvegin, at øll mál kunnu ikki kvalast í 2015-visjónsætlanum landsstýrisins, og tí er hann nú farin í holt við at orða eitt uppskot til samtyktar um null-loysn, eins og ein null-loysn [...] politikkur á hesum øki verður kvaldur í 2015-visjónum, men tað er ikki rætt. Landsstýrismaðurin heldur, at Finnur er ógvuliga stuttmintur og fylgir ikki nóg væl við, tá ið hann sigur slíkt. - Veruleikin er, at
tilfarið, sum er gjørt til undirvísing. Tað er Una Poulsen, lærari, sum hevur gjørt hesa útgávurøðina við heitinum Mandy on Holiday. - Tilfarið sær sera spennandi út. Nú havi eg ikki roynt tað enn í undirvísing [...] Mandy kemur til Føroya at halda frítíð, og m.a. er hann við og sær eitt grindadráp. Í hesi útgávuni er skapað ein heild av orðum, litmyndum og eisini ljóðum, ið skal eggja og stimbra næming til at brúka enska [...] leggur forlagið teldutøkt tilfar út á netsíðuna www.fsg.fo til næmingar og lærarar. Sum nú er, liggja lærarabók og avritssíður teldurtøkar til Mandy on Holiday, siga tey av Føroya Skúlabókagrunni í tíð
onnur fak verri fyri enn føroyskt, heldur Búi. - Føroyskt er ikki ringast fyri, tá ið vit práta um tilfar til teir fyrstu flokkarnar, haldi eg sjálvur. Har eru bókarøðin Hervør og Høgni fyri fyrstu flokkarnar [...] formaliserað samstarvið. Tað kann gerast betri, tað er kanska ov stirvi, haldi eg. Har er lítið samband í tí dagliga, børnini frá dagstovninum koma at vitja áðrenn skúlabyrjan. Men tað tykist, sum tey eru [...] Sosialurin prátaði stutt við stjóran á Argja skúla, Marjun Holm, um skúlabyrjanina 2006. Verða hesi børnini, sum nú byrja í 1. flokki, tikin fram um hini nú tey skulu PISA-kannast í 2015? - Nei, har verður
byrjaði at hvørva. - Eg spurdi Gud fleiri ferðir, hví júst eg skuldi uppliva slíka líðing? Eg skilti ikki meiningina við tí, nú eg hevði sitið fangi í slakar níggju mánaðir og ikki visti, um eg varð leyslatin [...] veruliga eyguni upp fyri hvør eg var og hvussu eg var. - Ja, eg kom at standa andlit til andlits við meg sjálva, og sá eina Gracia sum eg ikki hevði hug at síggja, greiðir hon álvarsom frá fyri hugtiknu, men [...] - Hóast eg ynskti at tæna Gudi, hevði eg ikki væntað at tað skuldi kosta so nógv: At eg og maðurin skuldu verða tikin sum gíslar í 376 dagar, og at hann seinni varð skotin til deyðis. Hesa seinastu tíðina
havt ilt við at sovna í gjárkvøldið. - Eg veit líka. Barnið hjá mær fór tíðliga til songar í gjárkvøldið, fyri at vera so væl fyri í morgun sum gjørligt. - Hann fór til songar beint eftir nátturða, men vaknaði [...] inn í skúlan eru samstundis leiðin til vitan og lærdóm, sum verður teimum at gagni í framtíðini. Inni í gongdini kvirt og tómligt. Ikki eitt menniskja at sjá og ikki eitt ljóð at hoyra. Bert flokslærari [...] næmingurin, foreldrini ella lærarin. - Góðan dag. Eg eiti Jón. Hvussu eitur tú? Tað er týðiligt at næmingarnir enn ikki vorðnir so mælskir. Tað er ikki meiri enn at ein hoyrir teir siga nøvn síni. - Vælkomin