Fyrimunir við einum lítlum samfelag

- Har manglar eitt meiri skipað samstarv millum barnagarð og fólkaskúlan. Í danmark riggar hetta heilt væl onkustaðni og tó minni væl aðrastaðni. Vit kundu verið fyrimyndin fyri onnur á hesum økinum. Vit hava fleiri fyrimunir hesum viðvíkjandi, orsakað av at okkara samfelag er so lítið, so sigur formaðurin í Føroya Pedagogfelag, Jarvin F. Hansen.

Formaðurin í Føroya Pedagogfelag upplýsir, at slíkt samstarv finst í einstakum førum. Í barnagarði fyrireika tey seg til at fara í skúla, t.d. á Argjum er hetta rættiliga væl skipað. Men yvirordnað er eingin skipan hetta kundi verið betri, upplýsir Jarvin F. Hansen. Hetta skal styrkjast. Tí í hesum fyrireikingararbeiði opnast ein nýggjur heimur fyri børnunum.
- Vit kundu verið fyrimyndin fyri onnur á hesum økinum. Vit hava fleiri fyrimunir hesum viðvíkjandi, orsakað av at okkara samfelag er so lítið. Hví eftirapa okkum eftir øðrum londum? Eg haldi at vit gera hetta ov nógv. Men hartil skal sigast, at gransking og hagtøl mangla á økinum.
 
Magnus Tausen, formaður í Føroya Lærarafelag, upplýsir, at eftir PISA-kanningini varð hetta økið umrøtt á fundi millum avvarðandi myndugleikar og starvsfólk. Har var m.a. frammi, at børn verða innskrivað í januar og febraur-mánað í tí árinum, sum tey skulu í skúla. Tá varð spurningur settur við, hví mann ikki innskrivar børnini eitt ár áðrenn skúlabyrjan og ásetir læraran eisini. Og um tað eru børn, við serligum tørvi  so kann lættari verða fylgt við teimum. Hann peikar á vansarnar við núverandi støðu, tá ið tað viðvíkur børn við serligum tørvi og eisini yvirhøvur.
- Barnið er sum eitt óskrivað blað, tá ið tað kemur í skúla. Tað er so flott, at stuðulin, sum barnið hevur, sleppur ikki í skúlan og stendur og bíðar eftir skúlatíð. Sama barn hevur ein stuðul í skúlatíð og so ein heilt annað stuðulspersón og ein annan form fyri stuðli eftir skúlatíð.
Fyri nógvum árum síðan bleiv tað í politiskum høpi sagt, at málsøkið er eitt gráøkið, tvs. at mann hevur verið í iva um, hvør skal hava ábyrgdina fyri hendan partin.
- Stuðulskipanin er undir Almenna og Heilsumálaráðnum, og skúlin undir mentamálaráðnum. Hetta hevur ligið í vegin.
Magnus Tausen slær fast, at har manglar ein samskipan á økinum og ein nýggjur máti at hugsa um barnið skal til.
- Í staðin fyri hugsa um barnið í 0-7, og so at byrja av nýggjum við áramálinum  7 til uml. 16 ár. Og so aftur víðari og víðari  eisini eftir miðnámsskúlan, tá ið viðkomandi skal út á arbeiðsmarknaðin ella annað. Barnið ella persónurin kann t.d. hava ymiskar innlæringartrupulleikar. Vit kundu fingið nógv meiri burturúr eini betri samskipan á økinum og so er eisini neyðugt at hugsa barnið inn í eitt nógv longri tíðarskeið.
Málsøkið er skipað undir Almenna og Heilsumálum, og ikki undir Mentamálaráðnum, har skúlamál eru. Um hetta ávirkar samstarvið millum fólkaskúla og barnagarð er ikki staðfest, men hevur sum sagt verið frammi í politiska kjakinum.
Tey í Føroya Pedagogfelag kenna tað, sum at Dagstovnaøkið ikki verður raðfest í nóg stóran mun.
- Vit mangla umleið 200 pedagogar til at uppfylla dagstovnalógina, sum m.a. sigur, at 2/3 av arbeiðinum á einum dagstovni, skal vera útbúgvið fólk. Hetta er tað fyrsta, sum skal gerast. Hetta skal tó ikki skiljast sum um, at eg eri ónøgdur við hjálparfólkini, sum arbeiða á dagstovnum kring landi, als ikki. Men ofta hava hesi søkt inn á pedagogútbúgvingina og eru ikki sloppin.
Ætlanin er, at fleiri námsfrøðingar verða útbúnir til næsta ár.
Men Jarvin metir ikki, at beinleiðis skúlagongd skal vera á barnagarði.
- Men undir núverandi støðu haldi eg ikki, at vit skulu hava eina skipaða skúlagongd undan 1. flokki. T.d. er tað er jú munur á, hvussu gentur og dreingir búnast.
Føroya Pedagogfelag raðfestir ovast, at fleiri námsfrøðingar koma út. Jarvin F. Hansen upplýsir, at hvørt ár eru umleið 150 umsøkjarar og bara 25 sleppa inn.
- Men, tó kann mann uppbyggja samstarvið millum barnagarð og fólkaskúla upp samstundis, sum arbeitt verður við at fáa fleiri námsfrøðingar. Tí tað burdi ikki kostað so nógva orku at byggja hetta samstarvið upp.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$