Føroyskt undirvísingartilfar er framleitt til hesar 4. flokkarnar. Tað er Una Poulsen, lærari, sum hevur gjørt hesa útgávurøðina. Tríggjar bøkur mynda bókaheildina Mandy on holiday, sum er ætlað 4. flokki. Søgan um Mandy fer fram í hansara heimbýi, Poulton. Mandy kemur til Føroya at halda frítíð, og m.a. er hann við og sær eitt grindadráp.
Í hesi útgávuni er skapað ein heild av orðum, litmyndum og eisini ljóðum, ið skal eggja og stimbra næming til at brúka enska málið. Í lesibókini er nevniliga fløga við upplestri av tekstunum í bókini, soleiðis kann næmuringin eisini heima við hús hoyra tekstin á enskum. Harafturat leggur forlagið teldutøkt tilfar út á netsíðuna www.fsg.fo til næmingar og lærarar. Sum nú er, liggja lærarabók og avritssíður teldurtøkar til Mandy on Holiday, siga tey av Føroya Skúlabókagrunni í tíðindaskrivi.
4. flokkur hevur í ár enskt
Á Venjingarskúlanum í Tórshavn er Fríðhildur Didriksen lærari í enskum hjá 4. flokki. Hetta er sum sagt fyrsta ferð, at 4. flokkur hevur enskt. Fríðhildur er væl nøgd við føroyska tilfarið, sum er gjørt til undirvísing. Tað er Una Poulsen, lærari, sum hevur gjørt hesa útgávurøðina við heitinum Mandy on Holiday.
- Tilfarið sær sera spennandi út. Nú havi eg ikki roynt tað enn í undirvísing, men tað sær spennandi út og eg gleði meg at fara í gongd. Hetta fer at vera grundtilfarið, sum vit fara at brúka, heilt sikkurt. Tilfarið í Mandy on Holiday er lesibók og sangir. Slíkt tilfar skuldi eisini verið gjørt til lærugreinina danskt, haldi eg.
Meiri undirvísingartilfar liggur eisini á heimasíðuni, hjá Føroya Skúlabókagrunni, sum mann kann brúka í enskum, sigur Fríðhildur Didriksen.
4. flokkur fer at hava tveir tímar av enskum á tímatalvuni. Og tað fer at snúgva seg um at føra børnini inn í eina uppliving av enska málinum, ein innleiðing.










