Felags/ikki felags foreldramyndugleiki

Sofus K. Joensen, Kollafirði

Nú tað aftur verður tosað um felags foreldramyndugleika, har bæði mamman og pápin skulu hava felags avgerðarrætt yvir barninum, fari eg at koma við nøkrum hugsanum, eg havi gjørt mær hetta 10-ára skeiðið, ið er gingið, síðan eg bleiv fráskildur. Eg haldi, at vit skulu hugsa okkum øgiliga væl um, áðrenn vit nerta við verðandi lóg.
Vit mugu minnast til, at tað er eitt viðbrekið evni vit tosa um, og eg hugsi ikki um moral ella etik, men um børnini! Børnini verða tey, ið tað svíður harðast hjá. Eg hugsi ikki, at tá talan er um felags foreldramyndugleika, at tørvurin hjá børnunum stendur fremst í huganum hjá fólki. Hvat ólukkan hevur ein lógarvending at siga fyri eitt barn?? Børnini vilja hava bæði foreldrini saman, og eitt barn skilir ikki ein lógartekst. Barnið hevur tað best, um foreldrini eru samd, felags foreldramyndugleika ella ikki! Og kann nakar fortelja mær um eitt hjúnarlag, ið er rokið grundað á ov nógva semju? Hjúnarbandsballónin brestur ikki, tí hon verður ov hart pumpað við semjum! Og hvussu skulu tvey, ið eru farin frá hvørjum øðrum grundað á ósemju í samlívinum, kunna semjast innan fyri ein felags foreldrarætt hvør sær?
Eg havi fingið eina søgu fortalda um tvey, ið skuldu skiljast, og tey vóru nakað so rørandi samd um alt: børn, hús, pengar, bil, bát, møblar, hund,- ja alt! Líka til tey stóðu í køkinum og skuldu tøma køliskápið. Tey býttu sínámillum, og alt gekk væl, líka til tey komu til eitt ólíka tal av fruktblikkum. Um tað var maðurin ella konan, ið tók yvirtalið, veit eg ikki, men hetta førdi til eitt skeldarí so grovt og harðligt, at tey skiltust sum rúkandi óvinir og tosa ikki saman tann dag í dag!
Vandin við felags foreldramyndugleika er, at børnini, um tey ikki verða kastibløkur, verða togið í hjúnarskilnaðartogtoganini. Tá verða tað tvær meiningar, ið verða at galda, og ikki tann eina, ið kann skera ígjøgnum. Nú ljóði eg, sum eg skeri øll yvir ein kamb, men tað geri eg als ikki. Tað eru tey, ið eru somikið at sær komin, at tey hugsa um børnini og seta sína øvund og sítt hatur til viks fyri at síggja smílið hjá barninum. Eg hugsi um tey børnini, ið veruliga líða undir ósemjum og hatri foreldranna ímillum. Og felags foreldrarættur er felags! Minnist til tað! Tá kunnu bæði fara í rættin, fyri at fáa sítt ígjøgnum! Og er tað gott fyri børnini at vita, at foreldrini ganga í rættinum og mala annanhvønn dag, tí at tey (børnini) eru orsøk til klandrið?
Eg var fyri felags foreldramyndugleika fyri 10 árum síðani, til eg fekk fortalt frá einum vitandi persóni, hvat tað snúði seg um, og síðan havi eg verið sera skeptiskur.
Herfyri lógu listar frammi ymsastaðni frá BUR, har vit kundu skriva undir fyri at fáa broytingar framdar í lógini, og eg var sera fegin um, at tað nú endiliga hendi okkurt, men tá eg sá, at foreldramyndugleikin skuldi gerast felags, valdi eg at ikki skriva undir (Annars er bara at fegnast um, at ein slíkur felagsskapur er komin!). Hví ikki broyta lógina, soleiðis at mamman og pápin veruliga verða stilla líka fyri lógini at fáa foreldramyndugleikan? (Í DK hava tey gjørt eina kanning, ið vísur, at í allari javnsetingini, eru tað 88% av foreldrarættunum, ið fara til mammuna) Ber eitt til, so ber eisini annað til! Børnini verða so ikki spurd óansæð, og tá vit fara niður á botn og skava, so er tað júst tey, ið tað snýr seg um, ikki so?