Rúsevni
Í Sosialinum mánadagin høvdu vit samrøðu við Finn Helmsdal, løgtingsmann, sum undir viðgerðini av ólavsøkurøðu løgmans segði, at hann saman við Miðflokkinum fer at leggja eitt uppskot til samtyktar fyri løgtingið um eina null-loysn í rúsevnismálum.
Undir viðgerðini vísti Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður á, at Finnur er ov seinur á sjóvarfallinum, tí í fólkaheilsuætlanini er ein greiður málsetningur um einar rúsevnisfríar Føroyar.
Finnur helt hinvegin, at øll mál kunnu ikki kvalast í 2015-visjónsætlanum landsstýrisins, og tí er hann nú farin í holt við at orða eitt uppskot til samtyktar um null-loysn, eins og ein null-loysn longu er sett út í kortið í ferðsluni.
Long "prosess"
Hans Pauli Strøm sigur, at endamálið við tí arbeiði, sum longu er í gongd í eitt nú landsstýri og ráðum, er at typpa fyri innflutningi av ólógligum rúsevnum.
- Tað er í fyrsta lagi tey ólógligu rúsevnini, sum talan er um í hesum føri og ikki vanligt rúsdrekka, sum undir skipaðum viðurskiftum er loyvt at selja í Føroyum. Hinvegin leggur ætlanin eisini upp til, at misnýtsla ikki fer fram við rúsdrekka, og eisini í hesum førinum er upplýsing ein týðandi partur av arbeiðnum.
Hann sigur, at endamálið við ætlanini er at typpa fyri, at ólóglig rúsevni koma inn í landið - og at upplýsa ungdómin um vandan við rúsevnum.
- Hetta verður sjálvsagt ein drúgv "prosess", men umráðandi er, at hesi evni ikki vinna fótafesti millum ungdómin. Tí er neyðugt við upplýsandi tiltøkum, har bæði ungdómur, foreldur, felagsskapir og myndugleikar eru við, sigur Hans Pauli Strøm.
Finnur stuttmintur
Hann vísir á, at landsstýrið longu í vár legði fyri løgtingið og almenningin eina ætlan um rúsevnispolitiska null-loysn.
- Uppskotið hjá Finni Helmsdal er positivt og konstruktivt. Tað er altíð gleðiligt at fáa eyka stuðul frá løgtinginum til tær ætlanir, sum longu eru settar út í kortið og sum farið er í holt við at fremja, sigur Hans Pauli Strøm.
Tó sigur landsstýrismaðurin seg undrast yvir mátan, sum Finnur framber sína ætlan um hesi viðurskifti.
- Í samrøðuni við Sosialin sigur hann, at landsstýrisins politikkur á hesum øki verður kvaldur í 2015-visjónum, men tað er ikki rætt.
Landsstýrismaðurin heldur, at Finnur er ógvuliga stuttmintur og fylgir ikki nóg væl við, tá ið hann sigur slíkt.
- Veruleikin er, at longu fyri fýra mánaðum síðani legði landsstýrið rúsevnispolitisku "null-loysnina" fram í fólkaheilsuætlanini við greiðum málsetningum og ítøkiligum ætlanum um, hvussu vit skulu arbeiða fyri at náa málinum um einar rúsevnisfríar Føroyar.
Hans Pauli Strøm er slett ikki samdur við Finni Helmsdal um, at landsstýrið drálar í hesum máli.
- Vit eru longu farin í holt við at seta okkara ætlanir í verk, og tí havi eg sagt, at løgtingsmaðurin er ov seinur á sjóvarfallinum og tykist ikki vita, hvørji stig landsstýrið longu hevur tikið á hesum øki.
Miðvíst átak
Hann vísir á, at løgmaður longu í fjør vár tók hetta málið upp á landsstýrisfundi og eggjaði landsstýrismonnum til at fremja eitt koordinerað og miðvíst átak móti útbreiðslu av rúsevnum.
- Eitt tað fyrsta, sum hendi, var at fáa løgregluna inn sum fastan lim í Fyribyrgingarráðnum. Tað næsta var, at Fyribyrgingarráðið fór í holt við víðfevnandi upplýsingartiltak móti rúsevnum millum skúlaungdóm kring landið. Tað triðja var, at landsstýrið fór í gongd við at kanna, hvussu vit kunnu skerpa eftirlitið við ólógliga innflutninginum av rúsevnum og síðan gjørdi av at seta ítøkilig tiltøk í verk. Í fjórða lagi kom hetta at merkja, at stríðið móti rúsevismisnýtslu fyllir ein stóran part av fólkaheilsuætlanini, sum var til aðalorðaskifti í løgtinginum í vár.
Hans Pauli Strøm sigur, at tá ið Finnur Helmsdal vísir á, at arbeiði móti ólógligum rúsevnum má raðfestast og samskipast á øllum økjum í samfelagnum, er hetta júst aðaltátturin í rúsevnispolitikkinum hjá landsstýrinum.
Herða eftirlitið
- Broytingar skulu gerast í tolllógini við tí endamáli at herða eftirlitið, og tolleftirlitið skal hava elektroniska atgongd til upplýsingar um ferðafólk. Tollvaldið skal eisini hava heimild til at skráseta upplýsingar um fólk, sum verða tikin fyri ólógligan innflutning av rúsevnum, eins og tollvaldið skal hava ein servandan narkotikahund aftrat hundinum, sum frammanundan arbeiðir fyri stovnin
Hans Pauli Strøm sigur, at á henda hátt verða nógv betri møguleikar fyri meira effektivum samstarvi millum løgreglu og tollvald um at herða stríðið móti ólógliga innflutninginum.
- Landsstýrið hevur avgjørt ein greiðan og aktivan rúsevnispolitikk, har vit eisini eru í holt við at seta í verk ítøkilig og samskipandi tiltøk á fleiri "frontum", sum landsstýrismaðurin tekur til.