- Hatrið varð vent til kærleika

- Eg ynskti veruliga at gera mun í heiminum sum trúboðari, kostað hvat tað kosta vildi, sigur amerikanski trúboðarin Gracia Burnham.
Saman við manni sínum virkaðu tey á Filipsoyggjunum sum trúboðarar til ein muslimsku uppreistrarbólkur tók tey til fanga ein várdag í 2001. Hon slapp leys, men maður hennara varð skotin til deyðis.

- Hóast eg ynskti at tæna Gudi, hevði eg ikki væntað at tað skuldi kosta so nógv: At eg og maðurin skuldu verða tikin sum gíslar í 376 dagar, og at hann seinni varð skotin til deyðis.
Hesa seinastu tíðina hevur Gracia Burnham vitjað kring landið. Her hevur hon greitt frá trúboðaravirksemi sínum á Filipsoyggjunum og hvussu hetta ávirkaði tímiliga og andaliga lív hennara.
Ein dagin á vári 2001, tá tey nærkaðust 18 ára brúdleypsdegi teirra avgjørdu tey bæði at hátíðarhalda hetta við einum vikuskifti á aðrari oyggj. Hetta gjørdist einki hugnaligt vikuskifti, tí tey vórðu tikin sum gíðslar hjá alvápnaðum muslimskum uppeistrarbólki.
Seinni slapp hon til rýmingar, meðan maðurin, Martin lat lív. Í boðskapi sínum brúkar hon tí hesar hendingarnar fyri at greiða frá, hvussu Guds umsorgan var hjá teimum og hvussu hatur varð vent til kærleika.
Sunnudagin sluppu limirnir í samkomuni Lìvdini í Hoyvík at hoyra Graciu greiða frá lívi sínum.
 
Sterkur boðskapur
Møtið stendur at byrja kl. 10:30, men her eru vit fyri tíðina. Longu kl. 10:25 byrja tónleikararnir at spæla og løtu seinni er fyrsti sangurin í gongd.
Lovsangararnir hava frammanundan fyrireikað seg til hesa løtuna, og fyri tey var eingin ivi um, hvør sangurin skuldi syngjast eina slíka løtu: Samband undurfult.
Sangurin er um kærleikan og umsorganina sum Gud hevur fyri sínum børnum, bæði í ringum døgum og í teimum vándu.
Saman við góðum tónleiki stemmar alt fólkið í at syngja vælkendu orðini: - Hildin trygt tá meg hótta álop vond. Hildin trygt í Guds Jehovas hond.
Hetta leggur líka sum grundina undir tí boðskapinum sum verður at hoyra um eina løtu boðskapin frá eini kvinnu, sum veit hvat tað er at vera í tryggleika og hvat tað er at liva í ótryggleika og óvissuni fyri sær sjálvari, manninum, børnunum og framtíðini í fangaskapi.
Samkoman ynskir við hesum felagssanginum at sláa fast, hvar og hvat tann tryggi kletturin er og inniber.
Síðani kemur Gracia fram fyri fólkið. Ein lítil, still og eyðmjúk kvinna, sum kortini hevur ein sterkan boðskap at bera fram, bæði um vónloysi og vón, og hatur og kærleika.
 
Ynskti at gera mun
Gracia byrjar boðskap sín við at tosa til børnini. Hon fortelur frá, hvussu tað var at vera fangi og við livandi orðum fangar hon børnini í frágreiðing sínari.
Tá ein soleiðis verður tikin til fanga og ikki veit, nær ein verður leyslatin, ella um ein yvirhøvur verður tað, hvat hugsar ein trúboðari um í slíkum føri?
Henda spurning hava helst mong hugsað, og hevði Gracia so sanniliga eisini. Svarið, sum hon fann í sær sjálvari, var ikki júst tað sum mong høvdu væntað.
- Fyri at siga júst so sum tað var, so kom eg síggja hvør eg veruliga var, greiðir hon frá.
- Tað var sum um ranga hennara kom fram. Og hetta var als ikki so behagiligt fyri hana.
Gracia sleppur hesum evninum eina løtu og fer síðani at tosa um familju sína.
Hon varð fødd inn í eina kærleiksfulla familju og kom tíðliga til trúgv á Jesus. Seinni møtti hon Martini, manni sínum og sum hevði gávur sum flogskipari.
- Eg ynskti veruliga at eg skuldi gera mun í heiminum, óansæð hvat tað skuldi kosta. Vit gjørdu tí ikki mætari enn at rýma frá tí amerikanska dreyminum og pakka alt okkara og síðani flyta til Filipsoyggjarnar.
 
Hatursfull kvinna
Tey komu at virka á filipsoyggjunum og alt gekk væl, inntil ein várdag í 2001, júst um tað mundið tá tey kundu hátíðarhalda 18 ára brúdleypsdag sín.
Henda morgunin vórðu hjúnini ikki vakt á vanligan hátt, men við at hyggja beinleiðis inn í eitt M-16 skotvápn frá einum av limunum í uppreistrarbólkinum Abu Sayyaf. Hesin bólkurin helt tey síðani í fangaskapi í samfullar 376 dagar.
Gracia og Martin vóru kristnir trúboðarar og tí kundi ein vænta, at tey fóru at elska fíggindar sínar frá fyrstu løtu Men Gracia legði her merki til at hon als ikki var so góð, sum hon sjálv helt.
- Eg helt meg vera ein góðan trúgvandi persón. Men í fangaskapi okkara hjá hesum muslimska uppreistrarbólkinum í jungluni, tá fekk eg veruliga eyguni upp fyri hvør eg var og hvussu eg var.
- Ja, eg kom at standa andlit til andlits við meg sjálva, og sá eina Gracia sum eg ikki hevði hug at síggja, greiðir hon álvarsom frá fyri hugtiknu, men helst eisini bilsnu limunum í samkomuni.
- Eg sá meg sjálva sum eina hatursfulla kvinnu!
Her var týðiligt at merkja at hesin boðskapurin kom óvart á mong: Kann ein kvinna, sum virkar sum trúboðari hata tað fólkið, hon er sett at virka millum?
Her vórðu fólk vitni til, at tað veruliga bar til!
 
Hatur og øvundsjúka
Gracia stendur har frammi og greiðir síðani frá, hvat tað var hon sá í sær sjálvari. Tað var ikki júst slíkt, sum ein hugsar um tá ein hoyrir ein trúboðara greiða frá.
Men her reksaði hon upp viðurskifti, sum hon ikki ynskti at dylja fyri: Vónloysi, havisjúka, øvundsjúka, trúloysi, ivi, ja beinleiðis hatur!
- Ja, trúgv tí ella ikki. Men eg kom í roynd og veru at hata hesar muslimarnar, sum høvdu tikið okkum sum fangar.
- Eg hataði teir fyri tað, teir gjørdu móti mær og ikki minst fyri tær líðingarnar og pínuna, sum teir løgdu á familju mína.
Í fangaskapinum komu tey at liva undir vesalum umstøðum, og hetta hevði eisini ávirkan á andaliga lív hennara.
- Eg sá, at hermenninir høvdu bæði mat og annað í yvirflóð, meðan vit sótu í hungri og tosta.
- Eg gjørdist øvundsjúk inn á teir, og gjørdist somuleiðis havisjúk: Eg vildi bara hava tað sama sum teir, tí vit vóru so svong og illa fyri.
 
Líðing og pína
Hatrið og øvundsjúkan vóru kortini ikki einastu negativu síðurnar av sálarlívi hennara sum komu undan kavi hesa tíðina.
Verri fyri hana var helst tað, at hon gjørdist trúleys trúgvin uppá tann Gud, sum hevði sent tey hesa longu leiðina, byrjaði at hvørva.
- Eg spurdi Gud fleiri ferðir, hví júst eg skuldi uppliva slíka líðing? Eg skilti ikki meiningina við tí, nú eg hevði sitið fangi í slakar níggju mánaðir og ikki visti, um eg varð leyslatin ella um hon slapp livandi frá hesum.
- Ja, eg mátti snøgt sagt bara spyrja Gud, um hann hevði tað fínt við at eitt av hansara børnum var stødd í slíkari líðing?, sigur Gracia.
Tað var tá, nú hon var komin so langt, at hon hinvegin merkti at hon var hildin føst í Guds hond og at Guds umsorgan fyri henni ikki var minni nú enn áður.
- Tað gleðiliga var, at nú eg byrjaði at grenja mótvegis Gudi, tá byrjaði Hann í roynd og veru at arbeiða í mær.
- Hetta kendist trygt og gott at uppliva: Hann hevði altso ikki gloymt meg!
 
Gávur at brúka
Gracia og Martin tosaðu nógv saman um støðuna og framtíð teirra. Hetta var ikki altíð so einfalt, tí stjórnarherurin var alla tíðina í hølunum á teimum. Heilar 17 ferðir kom tað til skotbardagar millum partarnar.
Undir hesum samtalum spurdi hon ein dagin mann sín um, hvar friðurin, gleðin, nøgdsemið hjá henni vóru farin. Áttu uppreistararmenninir ikki at sæð meiri til hesar partar av kristna lívinum?
- Eg spurdi Martin beinleiðis: Hvar er alt hetta góða hjá mær farið? Var kærleikin til míni medmenniskju horvin, meðan hatrið ístaðin var komið inn?!
Svarið hon fekk frá manninum var so fult av vísdómi og kærleika, at eygu hennara lótust upp fyri hesum gudgivnu gávunum.
- Martin segði: Hetta eru alt gávur sum tú ikki á nakran hátt kanst píska upp í tær sjálvari. Hetta eru alt gávur, sum tú hevur fingið frá Heilaga andanum.
- Bið Gud um skapa hesar gávurnar av nýggjum í tær. Tað gjørdi eg so, og fann veruliga fram til tær aftur.
- Og síðani fingu vit loyvi til at vera til tænastu fyri hesar muslimsku uppreistrarmenninar, sum høvdu tikið okkum sum fangar, greiðir hon víðari frá. Vit ynsktu nú at vera opin fyri, hvussu vit kundu tæna teimum.
 
Hjálp í rættari tíð
Tey fingu serstakan kærleika mótvegis tí eina manninum. Einum manni tey ikki kendu navnið á, men sum tey kortini elskaðu við Guds kærleika. Mannin sum fekk navnið Nr. 57 (sí serstaka frásøgn).
- Soleiðis kundi Gud umbroyta okkara lív frá hatri til kærleika, sum aftur gav seg til úttrykk í umsorgan fyri einum manni, sum hevði tikið okkum til fanga, sigur hon.
Tað størsta var kortini tað, at nøgdsemið og gleðin komu undan kavi aftur í lívinum hjá Graciu. Hon lærdi nú týdningin at takka Gudi fyri tað góða heldur enn tí ringa.
Eitt bíbliuørindi kom serstakliga til hana hesa tíðina orðini úr Hebrearabrævinum kap. 4 og ørindi 16: Latið okkum tí við dirvi stíga fram fyri hásæti náðinnar, so vit kunnu fáa miskunn og finna náði til hjálp á rættari tíð!
- Gud er her hjá hvørjum einstøkum okkara. Hann vil hjálpa tær í tínum tørvi, eins væl og hann gjørdi tað í okkara lívi.
- Hevur tú tí tung ting at stríðast við, legg tað fram fyri Hann. Hann vil hjálpa tær í rættari tíð, endaði Gracia boðskap sín.
 
 
 
Nr. 57 fekk hjálp
Tann eini uppreistrarmaðurin fekk navnið Nr. 57 var meiri at kalla av tilvild. Hann bar nevniliga altíð eitt tungt M 57-vápn. Av hesum fekk hann navn sítt.
Tey løgdu merki til at hýrur hansara altíð var so ringur. Hann var í roynd og veru altíð í ringum hýri, og gníggjaði sær í heilum um tinningin.
Ein dagin komu uppreistrarmenninir í skotbardaga við stjórnarherin og vórðu noyddir at flýggja undan í skundi. Fleiri mans vórðu særdir í hesum bardaganum.
Av einihvørjari orsøk eydnaðist tað Maritni og Gracia at fáa hendur á eini medisinkistu, og hagani fingu tey tikið ymiskan heilivág móti pínu og infeksjónum. Hetta tóku te við í avmarkaða viðførið sítt, samstundis sum tey runnu fyri lívinum.
Í allari hesi rokanini komu tey at hugsa um Nr. 57 og rosøkina til ringa hýr hansara: Kundi orsøkin til hetta vera hin einfalda at maðurin hevði støðuga høvuðpínu?
Hóast hann var muslimskur uppreistrarmaður og kundi til eina og hvørja tíð gera av við tey bæði, vístu tey kærleika mótvegis honum og góvu nakað av pínustillandi heilivági.
- Hann takkaði fyri, og tað tóktist sum hvarv pínan beinanvegin. Tað besta við øllum var kortini tað, at Nr. 57 broyttist fullkomuliga. Hann gjørdist nú meiri smílandi og heilsaði okkum við síni serstøku muslimsku heilsan. Jú, hann var vorðin eitt annað menniskja.