Sverri Petersen
Nú í seinastuni hevur verið skrivað nakað um Hoyvíkstjørn. Men, tað sum er gjørt higartil, er alt í lagi, bara at hon ikki grinnast meiri, tí so verður hon oyðiløgd. Tí villdunnur, tær skulu hava vatn at standa upp og niður í. Og dykkontir skulu sanniliga eisini hava nakað av dýpi at kava í.
Men har sum fleiri kokkar eru, eru eisini fleiri uppskot, eitt av teimum er púra vilt. Og tað er sandskráningin frá gøtuni kring vatnið. Nú gera teir tað, at hvørki villdunnur ella dykkdunnur koma at hava skjól at liggja undir, tá nógvur vindur er á tjørnini. So eg og fleiri við mær meina, at tað er burturspilt arbeiði. Fyri tað fyrsta, so kemur sandurin ikki at liggja, tí er pálandsvindur á vatninum, so veit mann at tað skapar eitt ávíst rák út frá og út á miðjuna. Og so grynnist vatnið upp aftur meiri. So hatta er fullkomiliga burturvið, at hugsa um sovorðið. Tí tjørnin verður oyðiløgd.
So koma vit til sílini, tey skulu út aftur í tjørnina. Men eitt veit eg, at kemur sandurin sum tað verður tosað um so hava hvørki síl ella villdunnur ella dykkdunnur møguleika at leita sær skjól nakrastaðni á tjørnini. Eitt vita vit, at vit skapningar skulu hava nakað at goyma okkum undir. Nú hava vit ein stóran trupulleika av likkum, sum eru um tjørnina alt summarið og eg sjálvur og nógv við mær hava sæð likkur svølgt villdunnu ungar livandi. Síðsta ár kom eingin ungi undan umleið 80 villdunnum so tað sigur ikki so lítið. Okkurt má gerast!
Á hólmunum báðum skal onkur lágur vøkstur gróðursetast, so tað skapar lívd hjá dunnunum, tá ið tær verpa. Og hetta er eisini ein fragd fyri eygað. Tí einaferð verður Tjarnagarður liðugur útbygdur, so har fara tey gomlu at síggja eina vakra tjørn við lívi í aftur.
Eg dugi ikki at síggja, hví tjørnin skal gerast til børn. Tað eru tjarnir og vøtn ikki gjørd til aðrastaðni. Vit skulu heldur gera tað onkra aðrastaðni til børnini. Og skal eisini uppslag setast á Hólmin bannað at fara uppá!