Tele. Ein av høvuðsorsøkunum til lítla áhugan hjá føroyskum virkjum er kreppan, sum hevur gjørt, at fleiri virki heilt hava strikað luttøku á messum í ár. Eisini hevur lítla virksemi í oljuleitingini gjørt [...] gjørt sítt til, at virkini hava ikki eins stóran áhuga. Tað er Sansir, sum stendur fyri básinum. Unn Poulsen sigur, at tað altíð er størri áhugi fyri messuni í Stavanger og hava fleiri sagt seg vilja vera [...] Messurnar skifta millum hesar býirnar annaðhvørt ár. Framsýningin í heyst í Aberdeen er millum heimsins størstu av sínum slagi, og er eitt sera gott høvi hjá føroyskum veitarum til oljuvinnuna at bjóða fram sínar
fundarfólki, er, at fýra av teimum smærru kommunurnar í oynni boðaðu greitt frá, at tær taka undir við ætlanini, Tann fimta lítla kommunan, Fámjin, hevur ikki tikið støðu. Tvøroyrar Kommuna er meiri ivingarsom [...] byggjast í Vági, soleiðis sum ætlað. Fíggingin er ikki trupulleikin Ein høvuðstrupulleiki er, hvussu eitt slíkt røktarheim skal fíggjast, tí summar kommunur í Suðuroy er rættiliga illa fyri. Men Hans Pauli Strøm [...] ? Fíggingin verður ikki ein trupulleiki. Trupulleikin hjá kommununum er heldur av prinsipiellum slagi og hann er um ætlanin, sum er skorin út í kortið við miðnámsskúla í Vági og heilsuskúla á Tvøroyri
Miðbýurin í Havn ikki er gjørdur til nógva ferðslu og økta parkering. Pláss er heldur ikki at gera nýggj parkeringspláss. Ein loysn, sum kundi loyst parkeringstrupulleikarnar í mong ár fram, er ein parkeringstunnil [...] unnil. Miðbýurin er eitt gamalt og trongt øki, sum upprunaliga ikki varð bygt til stóra ferðslu, eins og hædd als ikki varð tikin fyri parkeringsøkjum. Tó er at siga, at í hesum lítla øki eru fleiri enn [...] Í hesum lítla økinum hava vit hóp av handlum, matstovum, mentanarstovnum og dastið av almennum og kommunalum skrivstovum í býnum. Her liggur øll fyrisitingin hjá bæði býnum og landinum. – Tað er skylda
av tí er, at studentaumhvørvið er ikki nóg gott. Næmingarnir á ymsu deildunum koma ikki í samband við hvønn annan til dagligt. - Dreymurin hjá setrinum er sjálvandi at fáa eitt universitet, sum er bygt [...] í søguni hjá Fróðskaparsetrinum í nýggjari tíð er útgávan av móðurmálsorðabókini í summar. Nógv er sett út í kortið og her er menningarætlanin eitt. Tað er ein ætlan um, hvussu Fróðskaparsetrið kann verða [...] tað eigur at gera meiri vart við seg í samfelagnum og samfelagskjakinum. - Setrið er ikki ein politiskur stovnur. Tað er ein granskingar- og undirvísingarstovnur. Her verður undirvíst so tað stendur eftir
fyri millumlandafótbólti, peningaliga er meira realistiskur. Hin grundgevingin, ið ivaleyst man viga ikki minni hjá teimum, sum nú føra orðið í stadionnevndini, er tann, at ein vøllur við ongari rennibreyt [...] veruleiki í Føroyum. Við jøvnum millumbilum hevur verið at hoyra og lesa um hesa stadionætlan. Nógv er eisini hent. Vit hava fingið fótbótlsvøllir - ikki minni enn tveir - tennisvøll, svimjihøll av teim [...] metrarnar nærri at teim spælandi og kann sostatt økja um spenningin og rómin á áskoðaraplássunum. Neyvan er veruligt hald í hesum grundgevingum. Sjálvur havi eg verið við til fleiri spennandi fótbóltsløtur inni
við lýggjari veðrið og regnið. Um tað er gott ella ringt er nokk ikki semja um, serliga ikki hjá teimum, sum standa nærmast við har skalvarnir kunnu leypa. So er bert at vóna, at tað slepst undan vanlukku [...] minnast makan. Sosialurin hevur spurt veðurmannin Petur Skeel um hvat tað er fyri nakað hann borðreiðir við. Hann sigur, at tað ikki er nakað hann ger við vilja. ? Veturin kom so seint í ár og tí kom hann so [...] ofta tosað um at veðrið ávirkar valluttøkuna. Verri veðrið er, minni verður valluttøkan. Og skulu vit trúgva hesum, so eru útlit til eina lítla valluttøku til fólkatingsvalið í dag. Petur Skeel sigur, at
fulnar er, at veganetið er útbygt og trygt at ferðast eftir. Stúra fyri stórum sorgarleiki á Viðareiðisvegnum Tað er ein sannroynd, at størsta deyðsfellan um okkara leiðir, er Viðareiðisvegurin, sum er so [...] at so er í mongum førum. Tað vóru stór framstig, tá Viðareiðsvegurn bleiv gjørdur, og tá tunlarnir norð um fjall blivu gjørdir í sekstiárunum, men nógv vatn er runnið síðan tá, samferðslumynstrið er broytt [...] so ótryggur, at tað er eitt undur, at ikki álvarsligar vanlukkur eru hendar á hesum vegastrekki, og nú er næstan ikki dagur, at ikki stórt grót ríður oman á vegin, og vit vita, at bilar eru raktir av hesum
tíðina, og tí hækkar inngjaldið eisini. Tað er bæði fyri at fáa hallið burtur og fyri at fíggja tað, sum tað kostar at farloyvið nú verður longt. Í løtuni er gjaldið til skipanina, 0,71 prosent av lønini [...] fólk at rinda eitt sindur minni frá á nýggjárinum. – Ein orsøk til at barsilsskipanin hevur havt hall, er, at seinast tá ið farloyvið varð longt, vórðu gjøldini til skipanina ikki hækkað nokk til at tað dekkaði [...] Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi, skulu upp at marka minst tvær vikur afturat til pápan, men tað fær lítla og onga undirtøku í Løgtinginum, tí sum heild halda tinglimir, at sum heild skulu foreldrini sjálv
vænta teir at fáa reint og hart grót allanvegin. Tað er umráðandi, at tilfarið er einstáttað, tí tað er best fyri boriútgerðina. Tað torførasta er, tá tilfarið skiftir ofta, so hvørt teir arbeiða inneftir [...] arbeiða í og við tunnilin, harav er helvtin føroyingar, meðan restin er norðmenn. Afturat eru eini seks lastbilførarar, sum føra grótið til havnina í Kollafirði. Tunnilin er nú 700 metrar langur, og í seinastu [...] Tí er eitt lið altíð heima. Miðal arbeiðsvikan hjá teimum er tó á fjøruti tímar, tá frívikurnar eru taldar við. Hann heldur eisini, at arbeiðsmenninir eru væl nøgdir við umstøðurnar her. ? Hetta er næstan
sannførandi Fitt av fólki var savnað til stuttu konsertina á lítla pallinum. Merkisvert var, at tað eisini var nógv fólk omanfyri tey 20, sum er nokkso sjáldsamt til teirra konsertir. Ungu kvinnurnar vóru