Fara kortini til oljumessu í Aberdeen

Føroysk virki fara nú kortini til oljumessu í Aberdeen í september. Eitt skifti sá út til, at føroyska luttøkan mátti avlýsast, tí so fá virki høvdu teknað seg. Nù er avgjørt at minka um støddina á básinum og verður luttøkan tí bíligari.

Føroysk virki hava luttikið á oljumessum í Noregi og Skotlandi siðani fyrst í 90-unum. Í september er aftur ráðstevna í Aberdeen, men tað hevur víst seg, at alt ov fá virki hava teknað seg. Tí vóru útlit til at føroyingar fyri fyrstu ferð í meira enn 15 ár ikki fóru at luttaka á oljumessu. Unn Poulsen frá Uttanríkisráðnum sigur við Sosialin, at tey nú hava fingið eina aðra loysn, har tey hava minkað um støddina á básinum. Higartil hava fýra virki og kommunur teknað seg og Unn Poulsen sigur, at møguleiki er framvegis hjá øðrum at tekna seg. Nú verður so plássið minni, 15 m2 stil støddar, men tað hevur mest at siga at hava eitt stað at leggja tilfar og hava fundir í. So tann tørvurin verður nøktaður sigur hon. Offshore Europe 2009 í Aberdeen verður í døgunum 8. – 11. september. Tey, ið higartil hava teknað luttøku eru: Runavíkar Kommuna, Atlantic Supply Base, Atlantic Airways og Føroya Tele.

 

Ein av høvuðsorsøkunum til lítla áhugan hjá føroyskum virkjum er kreppan, sum hevur gjørt, at fleiri virki heilt hava strikað luttøku á messum í ár. Eisini hevur lítla virksemi í oljuleitingini gjørt sítt til, at virkini hava ikki eins stóran áhuga.

 

Tað er Sansir, sum stendur fyri básinum. Unn Poulsen sigur, at tað altíð er størri áhugi fyri messuni í Stavanger og hava fleiri sagt seg vilja vera við har í næsta ár. Messurnar skifta millum hesar býirnar annaðhvørt ár.

 

Framsýningin í heyst í Aberdeen er millum heimsins størstu av sínum slagi, og er eitt sera gott høvi hjá føroyskum veitarum til oljuvinnuna at bjóða fram sínar vørur og tænastur, at hitta samstarvspartnarar, endurnýggja avtalur og at finna nýggjar marknaðarmøguleikar. Nærri upplýsingar um OE 2009 eru at finna á heimasíðuni www.offshore-europe.co.uk <http://www.offshore-europe.co.uk/> ella við at seta tykkum í samband við Uttanríkisráðið.

 

Konseptið og uppskotið frá Sansum verður lagt fram á fundi seinnu helvt av juni har eisini verður kunnað um luttøkuna á landabásinum annars. Nærri kunning um hetta verður send tykkum seinni.