Faroe 5 vóru fínar

 

Faroe 5 eru júst komnar av palli, har tær gjørdu tað serstakliga væl. Framførslan var lívlig, góð og sannførandi Fitt av fólki var savnað til stuttu konsertina á lítla pallinum. Merkisvert var, at tað eisini var nógv fólk omanfyri tey 20, sum er nokkso sjáldsamt til teirra konsertir.

Ungu kvinnurnar vóru serstakliga sannførandi og væl upplagdar. Thor Simonsen stuðlaði somuleiðis væl uppundir, tá hann rappaði á pallinum við teimum.

 

Eisini var tað stuttligt at hoyra, at bólkurin hevði tónleikarar á pallinum. Áður hevur tað verið programmeraður tónleikur burturav, sum genturnar hava sungið til, men hesaferð hjálptu royndir tónleikarar til. Serliga Henning Nicodemussen á trummum riggaði ógvuliga væl inn, og saman við restini av tónleikarunum og Thor Simonsen, hava Faroe 5 lyft støðið hjá sær.