Við eldhuga tosaði Martin um tær ætlanir, sum vóru um stadion í Gundadali. Ikki vóru vánirnar júst tær bestu fyri slíkari stórætlan, men, sum hann plagdi at taka til, tá ið tey ungu,sum tá vóru virkin ítróttafólk, fóru at koma sær fram í samfelagnum, fóru at sita sum býar- ella landspolitikarar, tá fór annar politiskur hugburður at bera tann bata við sær, at dreymurin um fullgóðar umstøður fyri ítrótt á øllum økjum kundi gerast veruleiki í Føroyum.
Við jøvnum millumbilum hevur verið at hoyra og lesa um hesa stadionætlan. Nógv er eisini hent. Vit hava fingið fótbótlsvøllir - ikki minni enn tveir - tennisvøll, svimjihøll av teim allarbestu, badmintonhøll og aðrar tvær størri hallir til innandura ítrótt. Enn var tó ikki komið á mál við einum veruligum ítróttastadion í Føroyum, sum m.a. eisini gav frumítróttunum fullgóðar sømdir.
Men nøkur ár herfyri vóru tekin til, at menn fóru undir endaliga stigið til fullfíggjaðan leikvøll í Gundadali. Beint um tað mundið skolaði kreppualdan inn yvir okkum, og ikki var at undrast á, at røddir vóru frammi ímóti slíkum ørvitistosi, ið summi mettu stórbæru ítróttaætlanina at vera. Mong vóru tó ikki í iva um, at hetta var ein góð verkætlan bæði hugsað um møguleikar til altjóða kappingar, men ikki minni hugsað um tað dagliga, fjølbroytta ítróttavirksemið, sum slíkir karmar kunnu geva atstøður til.
Tað kom tí dátt við, tá ið tað í heyst kom fram, at nú var lagt á heilt annan bógv í hesum máli, nú skuldi byggjast ein fótbóltsvøllur aftrat og onki meira og tað helst so skjótt, at vit kundu sleppa at hyggja at landsdystum í Gundali longu næsta summar.
Grundgevingarnar fyri hesum hugburðarskifti mundu vera tvinnanda: Onki fíggjarligt útlit skuldi vera fyri at kunna seta upprunaligu ætlanina í verk, meðan ein fótbótlsvøllur so frægur, at hann lýkur altjóða treytir fyri millumlandafótbólti, peningaliga er meira realistiskur. Hin grundgevingin, ið ivaleyst man viga ikki minni hjá teimum, sum nú føra orðið í stadionnevndini, er tann, at ein vøllur við ongari rennibreyt uttanum sleppur áskoðarunum teir metrarnar nærri at teim spælandi og kann sostatt økja um spenningin og rómin á áskoðaraplássunum.
Neyvan er veruligt hald í hesum grundgevingum. Sjálvur havi eg verið við til fleiri spennandi fótbóltsløtur inni á Svangaskarði, har okkara dúgligu spælarar í jøvnum leiki hava dystast við dýru dreingirnar úr Skotlandi, Ruslandi, Spania, Kekkia og aðrastaðni við.
Havi tá altíð sett meg ovalaga á áskoðaraplássið til tess at fáa betri yvirlit yvir spælið. Sama sæst, at tey flestu gera í skýlunum í Gundadali. Og hvat skuldi fjarstøðan bilað hjá 8.000 áskoðarum á okkara lítla stadion, tá ið tú sært mannameingi upp móti teim 80.000 á gosi á risastórum áskoðaraplássum aðrastaðni?
Viðvíkjandi tí peningaliga so var, mær vitandi, støðið lagt til fígging av fullgóðum ítróttavølli yvir eitt áramál. Tað kann tí ikki vera rætt nú soleiðis í óðum verkum bara at tveita upp ein decideraðan bóltvøll í Havn aftrat heldur enn eftir tíðarætlan áhaldandi at arbeiða fram móti einum veruligum ítróttastadion í Føroyum.
Tað er gott, at okkara ítróttafólk eru við í altjóða kappingum. Fótbólturin hevur prógvað tað, og hevði handbólturin fingið tær avbjóðingar, sum hann hevur uppiborið, mundu úrslitini ikki verið lakari. Men lítið man vera at ivast í, at fáa frumítróttirnar líka so góðar umstøður og almennan ans sum bóltgreinarnar, kunnu vit her vænta okkum einstaklingaúrslit, sum saman við brøgdunum hjá Regini Vágadal fara at gera vart við, at »enn eru knotur í føroyskum kongum«.
Men ikki eiga altjóða kappingar, so íblásandi tær enn kunnu vera, at vera fremsta grundgevingin fyri almennari íløgu í ítróttaligar umstøður, heldur mugu trivnaður og likamsrøkt hjá fjøldini telja meira.
Á veg til og frá arbeiði seinnu árini var tað mær ein fragd at eygleiða tað virksemi, sum í summarhálvuni alla tíð á degnum fer fram á vøllunum í Gundadali. Men havandi í minni tað ítróttaliga lív, sum í mínari tíð á ítróttaháskúlanum í Oslo var at síggja t.d. á Bislett og Jordal Amfi stadion, har skúlaflokkar og einstaklingar, ung sum eldri, umframt bóltspæl eisini -í kapping við seg sjálvan - íðkaðu lop, kast og renning, mátti ásannast, at okkara ítróttavirksemi við sínari fokusering upp á mál, mál og bara mál er alt ov einstáttað.
Tað skal tí vera mín áheitan og vón, at tey fólk, sum vit hava varhugan av, at tey nú leggja doyin á at fáa framt eina bráða loysn í Tórsvallar-málinum, heldur steðga á enn eitt bil og lata skynsemi ráða til frama bæði fyri breidd og elitu í føroyskum ítrótti.
Ólavur Hátún