Fari at royna at vera ein góður leiðari

- Dreymurin hjá setrinum er at fáa eitt universitet, sum er bygt til endamálið og har allar deildirnar eru savnaðar undir einum við undirvísingarhølum, fyrilestrarhøli, bókasavni, matstovu og øðrum. At deildirnar eru spjaddar gongur mest út yvir studentarnar, ið sum er ikki koma í samband við hvønn annan, sigur Malan Marnersdóttir, sum tekur við rektarastarvinum á Fróðskaparsetrinum 1. des.

Fróðskaparsetur Føroya fær nýggjan rektara 1. des. Tað verður Malan Marnersdóttir, sum hevur verið lektari á Føroyamálsdeildini síðani 1983. Hon loysir Arna Nørrevang av.

Á Fróðskaparsetrinum verða rektarin og leiðslan vald triðja hvørt ár. Tá ið uppstillingin var liðug mánadagin var Malan Marnersdóttir einasta valevnið. Hvørjar ætlanir Malan hevur við nýggja starvinum, er nakað tíðliga at siga enn.

- Eg havi fingið áheitanir um at stilla upp og tað man vera, billi eg mær inn, tí fólk halda, at eg kann gera arbeiðið sum skal til fyri at vera leiðari á stovninum. Eg havi hug at royna hetta starvið og ætli mær at royna at vera ein góður leiðari, sigur Malan Marnersdóttir, sum verður fyrsti kvinnuligi rektarin á Fróðskaparsetrinum.

Malan Marnersdóttir er fødd í 1952. Hon tók cand. mag. prógv í 1979 við norðurlendskum sum høvuðsgrein og fronskum sum hjágrein. Í tvey ár var hon studentaskúlalærari í Hoydølum. Hon hevur tikið pedagogikum og var lektari í donskum og føroyskum á universtitetinum í Frankfurt am Main í tvey ár.

Malan kom sum adjunktur á setrið í 1983, tók ph.d. í 1986 og gjørdist lektari sama ár. Hon hevur verið deildarleiðari á Føroyamálsdeildini frá 1987-1989, tað var undir gomlu stýrisskipanini og árini 1991-95 var hon vararektari. Seinasta valskeiðið hevur hon verið varadeildarleiðari á Føroyamálsdeildini. Øll árini hevur hon undirvíst í føroyskari og norðurlendskari bókmentasøgu, skaldskapargreinging, ritverkum og fjølmiðlasamskifti. Í stytri tíðarskeið hevur hon undirvíst á universitetum aðra staðni.

Harumframt er Malan limur í granskingarráðnum, í Grunni H.N. Jacobsens Bókahandil og í nevndini fyri Mentanarvirðisløn landsins. Hon hevur skrivað tríggjar, skjótt fýra bøkur, ritstjórnað tveimum og hevur eisini verið ritstjóri á Brá. Tey fyrstu studentaárini í Århus universiteti var hon umboð fyri studentarnar í lestrar- og deildarráðnum á romansk institut.


Granskingar- og undirvísingarstovnur

Fróðskaparsetrið hevur mangan verið fyri skotum, onkur heldur, at tað eigur at gera meiri vart við seg í samfelagnum og samfelagskjakinum.

- Setrið er ikki ein politiskur stovnur. Tað er ein granskingar- og undirvísingarstovnur. Her verður undirvíst so tað stendur eftir alla tíðina, fólk granska og almannakunngera útslitið, tá ið tey eru til reiðar til tað. Kanska átti almannakunngeringin at verðið stuðlað og soleiðis gjørt meiri vart við tað sum verður kunngjørt. At fólk hava lítla vitan um, hvat gongur fyri seg á setrinum kann væl vera, men nøkur tiltøk eru longu í umbúna, sum fara at gera okkum meiri kend, sigur Malan Marnersdóttir.


Vánaligar umstøður

Karmarnir á setrinum eru øgiliga trongir. Setrið hevur ikki umstøður at bjóða granskarum, sum koma uttanifrá, nøktandi arbeiðsumstøður.

- Her er ikki meir pláss og skrivstovur enn tað sum er fólk til í dag. Hvørja ferð nýggj fólk koma hava vit ilt við at finna pláss til tey. Undirvísingarhølini á fleiri deildum eru ikki nóg góð, so har kundu vit hugsað okkum betri hølisviðurskifti. Allir rektarar, sum hava verið, hava roynt at fingið betri hølisviðurskifti. Tað hevði verið hugaligt, um tað hevði eydnast mær at bøtt um viðurskiftini, sigur Malan Marnersdóttir.

Deildirnar á Fróðskaparsetrinum eru rættiliga spjaddar, hóast tær eru í sama grannalag. Ein avleiðing av tí er, at studentaumhvørvið er ikki nóg gott. Næmingarnir á ymsu deildunum koma ikki í samband við hvønn annan til dagligt.

- Dreymurin hjá setrinum er sjálvandi at fáa eitt universitet, sum er bygt til endamálið og har allar deildirnar eru savnaðar undir einum. Undirvísingarhøli, fyrilestrarhøli, bókasavn, matstova og annað. At deildirnar eru spjaddar gongur mest út yvir studentarnar. Men tiltøk verða gjørd av og á sum samansjóða studentarnar, sigur Malan Marnersdóttir.

Talið á studentum á øllum deildunum á Fróðskaparsetrinum liggur um 100. Kortini er tað ikki hægri enn á einum lítlum institutti aðra staðni. Áhugin hjá føroyingum at fáa sær granskaraútbúgving er stórur. Nógv standa í bíðirøð at sleppa at kvalifisera seg sum granskarar.


Setrið skorið

Ein tann størsta hendingin í søguni hjá Fróðskaparsetrinum í nýggjari tíð er útgávan av móðurmálsorðabókini í summar. Nógv er sett út í kortið og her er menningarætlanin eitt. Tað er ein ætlan um, hvussu Fróðskaparsetrið kann verða útbygt bæði viðvíkjandi gransking og undirvísing.

Játtanin til setrið er 9,6 mill. kr., til samanberingar var hon 11,3 í 1992.

- Játtanin er minkað nógv síðstu árini og tað hevur sjálvandi sett sín dám á virksemið á setrinum við tað at fleiri størv sum vóru tá ikki eru til meiri. Tá fólk eru farin úr starvi eru størvini ikki sett av nýggjum. Í fíggjarlógaruppskotinum næsta ár er ein hækking. Setrið søkti um at fáa væl meira til at seta menningarætlanina fyri setrið í verk, men bara helvtin av hækkingini verður til taks til hetta. Restin av hækkingini fer til øktar útreiðslur í rakstrinum, serliga lønarútreiðslur. Tí er veruliga hækkingin ikki so stór, sigur Malan Marnersdóttir at enda í viðtali.