Farleiðin til Viðareiðis ein deyðsfella

Steinbjørn O. Jacobsen
-----

»Tað rennur nógv vatn, meðan myllarin svevur«. Nakað soleiðis sigur eitt av orðatøkum okkara, og mangan mugu vit sanna, at so er í mongum førum.
Tað vóru stór framstig, tá Viðareiðsvegurn bleiv gjørdur, og tá tunlarnir norð um fjall blivu gjørdir í sekstiárunum, men nógv vatn er runnið síðan tá, samferðslumynstrið er broytt, og ferðslan er munandi vaksin hesa tíðina, ja, skulu vit koma úr stað, noyðast vit at brúka nýmótans flutningsfør, og vit kunnu gleðast um, at føroyingar ikki eru eftirbátar á hesum øki, men treytin fyri, at flutningsførini kunnu gagnnýtast til fulnar er, at veganetið er útbygt og trygt at ferðast eftir.

Stúra fyri stórum sorgarleiki á Viðareiðisvegnum
Tað er ein sannroynd, at størsta deyðsfellan um okkara leiðir, er Viðareiðisvegurin, sum er so ótryggur, at tað er eitt undur, at ikki álvarsligar vanlukkur eru hendar á hesum vegastrekki, og nú er næstan ikki dagur, at ikki stórt grót ríður oman á vegin, og vit vita, at bilar eru raktir av hesum, tíbetur uttan tann stóra fólkaskaða, og tá ferðslan er økt seinastu árini, er hon so mikið meira í vanda fyri at verða rakt, og at stórur fólkaskaði hendir, og hvør kann halda á at liva við hesi óhugnaligu hóttan, har bæði børn og vaksin ferðast fleiri ferðir hvønn dag.

Vælsignaðir fái tunnilin úr Hvannasundi inn í Dalar gjørdan fyrst.
Um vit hugsa um tryggleikan, er mín sterka sannføring, at bráneyðugt er at fáa tunnilin úr Hvannasundi inn í Dalar gjørdan sum skjótast, ja, áðrenn vit hugsa um at fara undir tunlarnar á Boðroynni, her má raðfestast rætt, og her er ongin ivi í mínari verð, hóast vit hava tveir ótíðarhóskandi tunlar á Borðoynni, og henda farleið skal dagførast, so stóru akførini kunnu gera brúk av hesari farleið, eiga vit at raðfesta størstu deyðsfelluna fyrst, og tað er Viðareiðisvegurin
Hóast fíggjarvánirnar ikki eru so góðar, eiga myndugleikarnir sum skjótast, at taka henda spurning upp og fáa í fyrstu atløgu sett pening á fíggjarlógina til Viðareiðistunnilin og síðani tunlarnar norð um fjall. Tað undrar tey flestu, at hetta ikki er gjørt fyri mongum árum síðani, og sigast má, at henda farleið hevur fingið vánaligar sømdir frá okkara egnu tingmanning, um vit kunnu kalla teir so.

Manningin hjá Landsverk eigur tøkk uppiborna
Við tí avmarkaðu játtan og fámentu manning Landsverk hevur í Norðoyggjum, er tað alla æru vert, so nógv teir fáa avrikað bæði við viðlíkahald og kavarudding og annað neyðugt fyrifallandi arbeið, sum t.d. at hava eyguni eftir støðuni á vandamikla Viðareiðisvegnum.
Ja, teir hava eisini gagnnýtt av lítlu játtanini, við at breiðka part av Viðareiðsvegnum, bert við tí í huga, at avmarka vandastøður. Nei, hetta er ikki altíð so lætt, tí virða vit tykkara arbeiði á hesum øki, hóast lítla játtan.