Búskaparráðið hevur fleiri ferðir fyrr mælt til eina nýskipan innan kommunubygnaðin í Føroyum, har mælt hevur verið til færri kommunur, sum virka innan eina ávísan íløgukarm. [...] løgd fram í dag. Búskaparráðið sigur í frágreiðingini, at skuldarloftið hjá kommununum við einari álíkning, ikki riggar sum fíggjarpolitiskt amboð og tað eggjar ikki í nóg stóran mun til eina miðvísa f [...] Búskaparráðið. Í 2017 eru samlaðu landsíløgurnar 544 milliónir, meðan tær í 2018 eru framskrivaðar til 642 milliónir. Sama tíðarskeið eru íløgurnar hjá kommununum 887 milliónir í 2017 og 881 milliónir í 2018.
Djúpvatnstrolarin Vesturskin úr Sørvági hevur í dag landað á Tvøroyri, Vesturskin hevði góð 90.000 pund. Vesturskin hevur verið úti í eina viku, teir byrjaðu túr 14. august, fyrst á túrinum royndu teir [...] teir endaðu túrin eystanfyri, meginparturin av veiðuni er upsi. Vesturskin kom á Sørvág seinnapartin í dag, teir gera nú klárt til nýggjan túr.
Tað er við breiðum meiriluta av Fólkatinginum í rygginum, at Poul Nyrup Rasmussen førir hørðu linjuna móti landsstýrinum. Fólkatingið samtykti í gjár við stórum meiriluta at taka undir við linjuni hjá [...] hjá stjórnini. Fólkatingið mælir harumframt stjórnini til at gera eina avtalu um blokkstuðulin fyri næsta ár og tekur undir við, at stjórnin samráðist við landsstýrið um yvirtøkur sambært heimastýrislógini
2001-2002. Nigel Clough hevur soleiðis havt 11 ár í venjarastólinum í Burton. Mest minniligi dysturin var í FA Cup kappingini, har tað eydnaðist Burton Albion at noyða Manchester United út í ein umdyst fyri einum [...] uppgávuna. - Eg kenni hetta felagið frá A til Z. Hetta felagið hevur altíð havt eina serstaka støðu í mínum hjarta, og í hjørtunum hjá øllum í okkara familju. Og eg eri sannførdur um, at hetta er eitt av [...] eru vissir í, at hann fer beinavegin at hava eina jaliga ávirkan á liðið. Hann hevur eina veruliga persónsmensku. Hann er harður, men rættvísur, og eg vænti, at hann fer at verða væl grundaður í venjingini
baðikari í eitt korter, og haðani í eina turkimaskinu í 45 minuttir. Tá hetta er gjørt hevur tú einar buksur, sum sita sum stoyptar uppi á tær. Tó so, tær nýtist ikki at gera hetta á torginum í SMS. Tú kanst [...] onkur, sum støkk inn á gólvið í SMS í gjár, sum helt at hann var gingin skeivt. Á einum palli á torginum, sat ein ungur maður í einum baðikarið; í klæðum. Men, tað var skil í galskapinum, hóast alt. Tað [...] Men, far tá ikki í turkitrumluna. Hang buksurnar at turka, og brúka tær í eina viku uttan vask, so sita tær sum tær skulu. Undirtøkan til hetta forkunnugað tiltak, var stór í gjár, og hevur tú hug at royna
sum havi forvunnið mær eina góða pensjón, eisini skal fáa eina almenna fólkapensjón. Tað heldur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í Fíggjarmálum. Løgtingið hevur nú samtykt eina nýggja eftirlønarskipan [...] hava havt arbeiðsmøguleikar í lívinum, eisini skulu fáa eina rímiliga pensjón, sigur Jørgen Niclasen. Hann sigur hetta í kjalarvørrinum á, at Meginfelag Teirra Brekaðu hevur átalað, at øll tey, sum fáa [...] eftirløn. Tá ið Løgtingið viðgjørdi eftirlønarskipanina í gjár var eitt sindur av kjaki um, hvør skal hava rætt til eina almenna fólkapensjón. Í hesum sambandi hildu summi, at fólkapensjón er ein rættur
fyri fólkaræðið at hava eina fólkaatkvøðu ov nógv enn eina ov lítið. Og vit hava havt alt ov fáar. Vit hava havt tvær um rúsdrekkalóg, eina í 1946 og síðani skulu vit hava eina um semjuna, sum samgongan [...] atkvøddi fyri tí. ? Javnaðarflokkurin hevur leingi riðið á tveimum hesum, tá tað um ríkisfelagsskapin ræður. Hann hevur tó leingi meldað út, at hann ynskir at vera verandi í ríkisfelagsskapinum, men hetta eru [...] viðurskifti Føroya. Landsstýrið hevur fingið heimild frá einum meiriluta í løgtinginum til at samráðast við donsku stjórnina um ríkisrættarligu viðurskifti okkara, og somuleiðis hevur landsstýrið fingið heimild
Landsstýriskvinnan fekk eina rundvísing í hølunum hjá Heilbrigdi og eina kunning um virksemið hjá Heilbrigdi. Síðan 1986 hevur viðgerðarstovnurin Heilbrigdi hjálpt fólki, sum eru komin út í bundinskap av rúsdrekka [...] Stovnurin hevur 11 viðgerðarpláss umframt familjuviðgerð. -Eg eri fegin um, at vit hava eitt alment tilboð um viðgerð fyri bundinskap av rúsdrekka og rúsevnum í Føroyum. Nógv fólk hava fingið eina nýggja [...] Í gjár var Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, á vitjan hjá viðgerðarstovninum Heilbrigdi á Velbastað. Hetta upplýsir Heilsumálaráðið á síni heimasíðu. Annika E. Holm, virkandi leiðari á Heilbrigdi
Í dag hevur Summar Festivalurin avdúkað, at The Dreams verða at hoyra í Klaksvík í summar. The Dreams eru komnir langt uttanlands, og í summar skulu teir spæla 20 útseldar konsertir í Týsklandi. Nýggja [...] Nýggja fløgan við ensku sangunum hevur slóðað fyri, at The Dreams nú røkka enn longur út í heim.
The Dreams koma til Føroya at spæla eina ? og bert eina ? konsert í summar. Hon verður á Summar Festivalinum [...] gjøgnumbrotið í Danmark, og samstundis gjørdist eitt stórt navn í føroyskum tónleiki, spældu teir á Summar Festivalinum. Potentiali í bólkinum var frá byrjan stórt, og tað er púra vist, at bólkurin hevur ikki rokkið
skal landsstýrið sum skjótast stovna eina almenna tilfeingisbúð og tað skal vera hon, sum bjóðar føroysku makrelkvotuna fyri í ár út til hægstbjóðandi. Hetta stendur í einum uppskoti, sum Tjóðveldi nú fer [...] samfelagið eru virðini í hesi fiskiveiði kanska yvir eina milliard og søguligi rætturin hjá fiskiflotanum er at kalla ongin. - Tí skuldi verið lagamanni at brúkt makrelkvotuna sum fyrimynd í eini roynd, har Føroya [...] eisini fær sín rímiliga part av ágóðanum. Tjóðveldi hevur fleiri ferðir skotið upp at stovna eina almenna tilfeingisbúð, ella fiskidagamarknað, men tað hevur ikki undirtøka verið fyri tí. - Tí skjóta vit nú